Mangla 30 undirskriftir í at stovna nýggjan flokk

Flokkurin, sum vil gera tað lættari hjá føroyingum at fáa kannabis, er undir landi

Tað verður ikki heilt enn, at Framtakið fyri rættin at velja Kannabis, kann kalla seg ein politiskan flokk. Men ein av stigtakarunum, Arnfinn á Birtuni, sum er ein av stigtakarunum til nýggja flokkin, er fullvísur í, at tað ganga ikki nógvir dagar, so er tað veruleiki.

 

Fyri at kunna stovna nýggjan flokkm krevjast 800 undirskriftir frá fólki, sum taka undir við, at flokkurin verður stovnaður. Herfyri lótu tey kommununum kring landið ein lista við 850 undirskriftum, men av teimum vórðu einar 70 undirskriftir vrakaðar, tí tær luku ikki treytirnar.

 

Arnfinn á Birtuni sigur, at sostatt eru 770 undirskriftir góðkendar, men samstundis mangla tey 30 undirskriftir fyri at kunna stovna flokkin. Og hann ivast ikki í, at flokkurin verður veruleiki um nakrar heilt fáar dagar. Hann sigur, at ætlan er at savna tær írestandi undirskriftirnar fyrsta dagin, so at flokkurin kann verða veruleiki

 

Arnfinn á Birtuni verður sjálvur eitt av valevnunum fyri flokkin. Eitt annað valevni verður Hallur Hjalgrímsson Djurhuus, sum er stigtakari til Framtakið fyri rættin at velja kannavis, og fyri stuttum frættist eisini, at Johan í Kollafirði eisini skal stilla upp.

 

Endamálið er at gera hassj lógligt í Føroyum, fyrst og fremst sum heilivág, men annar sum heild, har tað skal kunna seljast undir skipaðum viðurskiftum í úrvaldum handlum, kanska í Rúsuni ella á Apotekinum.