Mangla 200 oljuarbeiðarar í Norðsjónum

Tað hevur sæð svart út í oljuvinnuni seinastu árini, men nú sær út til at ganga móti ljósari tíðum. 

 

Nógvir føroyingar hava mist størv síni í frálandavinnuni seinastu árini og mánaðirnar, men samstundis, sum onkrir teirra nú eru byrjaðir aftur, eru fyritøkurnar farnar at søkja eftir fólki aftur. 

 

Í Esbjerg peikaði pílarnir upp eftir, nú farið verður undir at endurbyggja Tyra-leitiøkið. Feløg sum Semco Maritime og Muehlhan søkja í løtuni eftir 200 nýggjum arbeiðsfólkum, skrivar JydskeVestKysten. Í fyrsta umfari søkja teir eftir stillads-arbeiðarunum og sveisarum. 

 

Fyrsta stig er at taka platformarnar, sum standa á feltinum, skulu takast niður. Hetta verður væntandi gjørt í ár og næsta ár. Frá 2020 byrjar so arbeiðið at seta nýggju platformarnar upp og væntandi byrjar gassframleiðslan á Tyra-økinum aftur í 2022, skrivar JydskeVestKysten.