Mangir bústaðir

?Ein greiður íbúðarpolitikkur verður raðfestur.

Alternativir íbúðarmøguleikar skulu skapast kring landið í samstarvi millum landið og kommunurnar, bæði sum kommunalar/privatar leiguíbúðir, lutafelagsíbúðir, eldraíbúðir, íbúðir til rørslu- og menningartarnað, ungdómsíbúðir o. a.? Hesi orðini eigur brátt farna samgongan. Knapt fýra ár seinni er onki hent. Onki!
Vit hava ikki fingið nakran íbúðarpolitikk, tíðansheldur nakran greiðan ella raðfestan íbúðarpolitikk. Samgongan við fólki sum Finni Helmsdal, Annitu á Fríðriksmørk, Bjarna Djurholm og Helenu Dam á Neystabø á odda, hevur ikki skapt íbúðarmøguleikar, enn minni alternativar íbúðarmøguleikar, og slettis ikki í samstarvi millum land og kommunur.
Heppikórið hjá Høgna Hoydal slapp ikki upp í part, tá politikkurin skuldi orðast, og tey sluppu heldur ikki at arbeiða við teimum evnum, sum vóru for jarðbundin til Høgna.
Í Tórshavnar kommunu hava vit orðað ein greiðan eldrapolitikk. Hetta er, hóast at eldraøkið er landsmál. Vit varða av teimum mongu, bæði eldri og øðrum, sum ikki fáa íbúðarmøguleikar. Men vegna uppgávubýtið, skattabýtið og ikki minst tær ólógligu íløgukvoturnar, sum fíggjarmálaráðharrin áleggur okkum, fáa vit í kommununi onki gjørt.
Landspolitikkur er ikki bara at loysa landið frá øðrum londum. Landspolitikkur er at loysa landsins trupulleikar. Samgongan náddi ikki sínum høvuðsmálum, men ikki tí tey ikki royndu. Innan eldra-og íbúðarøkið royndu tey ikki ein gang.
Okkum tørvar enn ein greiðan og raðfestan íbúðarpolitikk.