Senegal hevur í kvøld vunnið afrikanska meistaraheitið fyru fyrstu ferð. Tað gjørdu teir við at vinna brotssparkskapping á Egyptalandi í eini málleysari finalu.
Senegal hevði størsta møguleikan í vanliga dystinum, tá teir fingu brotsspark. Tað tók Sadio Mané sær av, men hann brendi. Gjøgnum dystin høvdu bæði liðini møguleikar, men tað endaði málleyst.
Tí varð farið til brotssparkskapping. Her brendi Egyptaland fyrst, men brotssparkið eftir brendi Senegal. Egyptaland, sum skjeyt næst í røðini, brendi sítt fjórða brotsspark, tí skuldu kundi Sadio Mané tryggja sigurin við fimta og seinasta sparkinum hjá Senegal.
Stjørnuspælarin úr Liverpool, sum brendi í vanligari leiktíð, skoraði trygt og tryggjaði Senegal sítt fyrsta afrikanska meistaraheitið. Hetta er 16. ferð at Senegal er við í AFCON endaspælinum og er 15. vinnarin.