Mandela: útbúgving er lyklaorðið

ÚTBÚGVING og aftur útbúgving. Hetta var seinasti boðskapurin, sum víðagitni Nelson Mandela hevði til suðurafrikanska fólkið, tá hann helt seinastu røðu sína sum forseti - tá hann takkaði fyri seg.

TÁ hugsað verður um, hvussu meginparturin av íbúgvunum í Suðurafrika hevur verið viðfarin av hvíta aparheidstýrinum, so er tað ikki so løgið, at nettup Mandela leggur so stóran dent á útbúgvingina, sum slóðarin fyri allari framtíðar menning fyri alt fólkið í Suðurafrika - fyri alt samfelagið. Tí besti trumfurin hjá teimum ráðandi at varðveita sína korruptu og órættvísu skipan var nettup at nokta fólkinum undirvísing og útbúgving. At halda tey óupplýst. Hetta er sum so ikki nakað ókent fyribrigdi, tí í øllum londum við einaræðisstýrum og einaræðisharrum hevur besta vápn-ið nettup verið at taka frá fólki møguleikan fyri undirvísing og útbúgving.


HVÍ taka hetta fram her heima hjá okkum kundi verið spurt, tí vit hava jú eitt væl útbúgvið og upplýst fólk! Við útbúgving og upplýsing røkkur tú ongantíð á mál, tí skiftandi tíðir seta nýggj krøv til bæði undirvísing og útbúgving. Og tí átti boðskapurin hjá einum og hvørjum føroyskum politikara eisini verið tann sami sum hjá Nelson Mandela: útbúgving.


VIT hava onga grund til at klaga sum so, tí vit hava eina góða útbúgvingarskipan og vit hava møguleikar at útbúgva okkum víðari í øðrum londum, her serstakliga Danmark. Alt gott um tað. Men spurn-ingurin er, hvussu vit koma uppaftur víðari og kunnu brúka okkara útbúna fólk til at skapa búskapi okkara enn betri kor at virka undir. M.a. umboð fyri hetta landsstýrið hava lagt stóran dent á nettup út-búgving sum ein av lyklunum til størri sjálvbjargni og til ein meira fjøltáttaðan búskap. Hetta taka vit øll undir við.


TÝSKVØLDIÐ hildu tveir navnframir skotar fyrilestur í Havn um útbúgvingarmøguleikar í Skotlandi. Hóast væl lýst møttu bert fá fólk. Hetta er stórt spell, tí nógvar kreftir eru lagdar í at fáa menninar henda vegin. Tað skuldi verið so upplagt, at í minsta lagi tey fólk, sum dagliga fáast við útbúgving, møttu til slíkar fyrilestrar og tá eisini okkara politikarar. Hetta vildi eisini verið í tráð við ta lønarhækkan politikararnir hava fingið. Eitt minstakrav má vera, at teir eisini í frítíðini taka til sín alt tað teir kunnu av vitan. Vitan um hvussu okkara ungu kunnu fara til Skotlands at útbúgva seg er eisini í tráð við rikna politikkin. Annars eiga bæði Fíggjarmálast, Strandf. og Atlantic Air-ways tøkk uppiborna fyri stuðul teirra til at fáa hesar menn henda vegin. Fyrilestrarnir í gjárkvøldið um oljuvinnuna hava eisini týdning fyri okkum, tí vit føroyingar hava brúk fyri at hoyra hvat óheftir og professionellir fakmenn hava at siga um hesa fyri okkum fullkomiliga nýggju vinnu. Tað hesir kunnu leggja fram kann vera gull vert fyri okkum.