Mandela takkaði Norðurlondum

Hóast Norðurlond eru fá og smá í heimshøpi, so eiga norðbúgvar nøkur virði, sum eisini umheimurin av og á heystar ágóðan av. Ein týðandi partur av norðurlendsku vælferðarsamfeløgum er ein góð útbúgvingarskipan, sum aftur er grundarlagið undir einum upplýstum fólki. Okkara rættarkensla, sosiala medvit, virðing og áhugi fyri øðrum fólkum og tjóðum og teirra trupulleikum er nettup eitt úrslit av eini góðari útbúgvingarskipan

Hóast Norðurlond eru fá og smá í heimshøpi, so eiga norðbúgvar nøkur virði, sum eisini umheimurin av og á heystar ágóðan av. Ein týðandi partur av norðurlendsku vælferðarsamfeløgum er ein góð útbúgvingarskipan, sum aftur er grundarlagið undir einum upplýstum fólki. Okkara rættarkensla, sosiala medvit, virðing og áhugi fyri øðrum fólkum og tjóðum og teirra trupulleikum er nettup eitt úrslit av eini góðari útbúgvingarskipan.

Tað var so eisini júst hetta, sum kom til sjóndar, tá tey svørtu í Suðurafrika bóðu umheimin um hjálp at vinna á teirri mannafíggindaligu og rasistisku apartheidskipanini.

Tað var tá tað veruliga ástóð, at stjórnirnar í Noregi, Svøríki, Danmark og Finlandi, rættu tí størsta felagsskapinum hjá teimum svørtu, ANC eina hjálpandi hond. Harvið løgdu Norðurlond lunnar undir tí útviklingi, sum við Mandela og DeClerk á odda forðaði fyri einum borgarastríði millum svørt og hvít og sum beindi Suðurafrika á eina demokratiska kós.

Tað var við hesum í huganum, at suðurafrikanski forsetin Nelson Mandela fyri skjótt einum mánað síðani vitjaði Norðurlond. Hann vildi fegin takka fyri tann so týðandi stuðulin frá norðbúgvum, ein stuðul, sum í veruleikanum var við til at tryggja friðin og rættvísið.

Norðbúgvar eiga eisini at vera ernir av, at tað vóru nettup teir, sum vóru í fremstu røð, tá tað galt um at vinna á apartheidstýrinum í Suðurafrika. Hetta varð gjørt á ymsan hátt: við beinleiðis peningaligum stuðuli, við at hýsa burturvístum svørtum leiðarum og ANC-fólki og við at standa á odda fyri sanktiónum - boykotti - av hvíta apartheidstýrinum.

Hóast tað í Føroyum vóru kreftir, her serstakliga høgravendar politiskar kreftir, sum royndu at seta kílar í sanktiónspolitikkin, sum nettup okkara norrønu grannar stóðu á odda fyri, so eydnaðist tað kortini eftir tógvið stríð at fáa Føroya løgting at samtykkja boykott. Tá avtornaði vóru eisini vit føroyingar, um enn ikki heilhjartaðir - tí longu ígongdsetta virksemið í suðurafrikanska hjálandinum Namibia varð undantikið - við til at stuðla stríðnum hjá ANC og øðrum í Suðurafrika móti aparheid-stýrinum.

Tá nú Nelson Mandela vitjaði Danmark fyri at siga tøkk fyri hjálpina, so er greitt, at henda tøkk eisini var ætlað teimum mongu í Føroyum, sum í orð og tal stríddust fyri søk teirra svørtu við eitt nú at vísa á týdningin av boykotti. Her er m.a. vert at vísa á arbeiðið hjá ?Norrønt Dagsverk?, ið eisini føroyingar vórðu ein partur av, umframt støðuna hjá táverandi løgmanni og ymsum tingmonnum.

Hóast kreftir her á landi royndu og eisini settu kílar í, so var kortini stuðulin frá okkara norrønu brøðrum so mikið stórur og avgerandi, at hann gav frælsisfylkingini í Suðurafrika við Oliver Tambo og Nelson Mandela á odda styrki og mátt til at fremja sína friðaligu kollvelting.

Sosialurin var til steðar, tá Nelson Mandela vitjaði danska høvuðsstaðin - fyri at minnast fortíðina og til tess at líta inn í framtíðina.