Mandela sloppin av sjúkrahúsinum

Fyrrverandi suðurafrikanski forsetin Nelson Mandela slapp í dag av sjúkrahúsinum, har hann hevur verið til viðgerðar teir seinastu dagarnar. Tann 92 ára gamli Mandela varð fluttur á eitt sjúkrahús í Johannesburg mikudagin, tí hann hevði trupulleikar við andadráttinum. Men viðgerðin á sjúkrahúsinum hevur hjálpt, og í dag slapp hann heimaftur.

Læknarnir siga, at Mandela skal framvegis hava viðgerð, men at tað kann hann fáa heima við hús.

Nelæson Mandela, sum var tann fyrsti svarti forsetin í Suðurafrika, sat í fongsli í 27 ár.