Suðurafrikanska tjóðarhetjan, Nelson Mandela, hevur havt ein av sínum fyrrverandi fangavørðum til døgurða fyri at markera 20 ára dagin fyri leyslatingini. Nelson Mandela hevur havt vitjan at einum av fyrrverandi fangavørðum sínum, Christo Brand, sum var boðin til ein serligan døgurða heima hjá Mandela.
Døgurðin var eitt av tiltøkunum, sum skuldi markera 20 ára dagin fyri leyslatingini av Mandela 11. februar 1990. Tá hevði Nelson Mandela sitið 27 ár sum fangi á Robben Island nærhendis Cape Town í Suðurafrika.
Nelson Mandela gjørdist eftir leyslatingina fyrsti litti forsetin í landi sínum, og hann hevur í endurminningum sínum skrivað, at hann menti eitt serligt vinarlag við Christo Brand, hóast Brand var fangavørður hansara.
Vinarlagið hevur styrkt mína trúgv upp á grundleggjandi hjartagóðskuna sjálvt hjá teimum, sum hildu meg innilæstan, skrivar Mandela í bók sínari.
Brand var partur av einum lítlum bólki, sum mikukvøldið var til døgurða hjá Mandela og fyrrverandi konu hansara, Winnie Mandela.
Hóast harða lív sítt hevur 91-ára gamli Nelson Mandela tað framvegis gott.