Mancini: Vit hava ongan møguleika

Eftir tapið móti Arsenal í vikuskiftinum segði Manchester City venjarin, at hann framvegis ikki hevði uppgivið at vinna meistaraheitið. Í gjár tapti Manchester United, meðan Manchester City vann og frástøðan upp til oddaliðið er minkað niður í fimm stig.

 

Tað kom tí eitt sindur óvart á fjølmiðlarnar, tá hann eftir í gjár segði at Manchester City nú ongan møguleika hevur at vinna Premier League í ár.

 

- Nei nei, vit hava ongan møguleika fyri at vinna meistaraheitið í ár. Manchester United er eitt ov gott lið við góðum mentaliteti, segði Roberto Mancini eftir dystin við BBC.

 

Spurningurin er so um tað eru teir tiltiknu “mind-games”, ið fáa Roberto Mancini at koma við einum so mótsigandi boðskapi, í mun til eftir dysti móti Arsenal, tá teir vóru í eini nógv verri støðu.