Roberto Mancini og hansara Manchester City leikarar skulu í morgin spæla ímóti Chelsea. Nógvu skaðarnir hjá liðnum hevur nú fingið Raymond Verheijen, sum var venjari hjá Manchester City undir Mark Hughes og Roberto Mancini til í summar, at úttala seg kritiskt um Mancini.
- Eg havi akkurát lisið eina grein um nógvu skaðarnar hjá Manchester City. Vónandi fer Mancini endiliga at seta spurnartekin við sín venjingarhátt. Eg føli við leikarunum í Manchester City, teir hava tað torført og vónandi fær ongin av teimum álvarsamar skaðar, skrivar fyrrverandi Manchester City venjarin, Raymond Verheijen, á sína Twitter síðu.
Bæði Craig Bellamy og Carlos Tevez hava gramt seg til fjølmiðlarnir um venjingar háttin hjá Mancini alment.Tá Mancini kom til høvdu teir mangan langar venjingar tvær ferðir um dagin. Carlos Tevez er í dag liðskipari, meðan Craig Bellamy er leigaður út til Cardiff City í næstbestu deildini.
- Í fyrr hálvu í fjør hevði Mark Hughes allar leikararnar tøkar, men so kom Roberto Mancini til og alt broyttist. Bara fyrstu tvær vikurnar eftir Mancini kom til høvdu vit átti skaðar, sigur Raymond Verheijen við blaðið FC Business.
Manchester City hevur nú svarað aftur uppá ákoyringarnar.
- Hr. Verheijen tykist vera blivin ein áhaldandi kritikkari av venjingarháttinum hjá Roberto Mancini, men tað er kanska ein orsøk til tað. Hann var jú loystur úr starvið hjá Manchester City í summar, men vit ynskja honum tað besta í framtíðini, sigur ein talsmaður fyri Manchester City.