Dysturin á Luzhniki stadion í Mosvka var ikki av teimum mest ferðmiklu, men tað vóru gestirnir, sum skaptu tað mesta.
Serliga var tað í seinna hálvleiki, at nógv stóð á málinum hjá Akinfeev, og tá 10 minuttir vóru eftir, smekkaði Antonio Valencia einast málið í dystinum í netið.
Við sigrinum hevur Manchester United vunnið sær níggju stig fyri fyrstu tríggjar dystirnar, og so eru teir so at siga til reiðar at spæla 1/8-finalu.