Manchester United uttan Rojo

Í ringasta føri er Manchester United spælarin ikki tøkur aftur í ár

Argentinski miðverjin hjá Manchester United, Marcos Rojo, mátti berast av vøllinum í grannauppgerðini móti Manchester City. Økslin er farin úr lið og nú verður bíða eftir dóminum frá læknunum.

 

Les eisini: Manchester er ljósablátt

 

Manchester United hevur stórar trupulleikar í verjuni, har at kalla allir teir vanligu miðverjarnir eru skaddir, ella hava leikbann til komandi dyst. Tí kom tað ótrúliga illa við, at Marcos Rojo mátti berast av vøllinum í 1-0 tapinum fyri Manchester City.

 

- Eg haldi at økslin er farin úr lið. Tað er ógjørligt, at meta um hvussu leingi hann verður skaddur, men hann spælir ikki móti Crystal Palace, sigur Louis van Gaal, venjari hjá Manchester United.

 

Bretskir miðlar skriva í dag, at Marcos Rojo í ringasta føri kann verða úti líka til 2015. Manchester United hevur longu nú Johnny Evans og Phil Jones skaddar, meðan Chris Smalling verður leikbannaður til komandi dyst.

 

Komandi dystur hjá Manchester United er á heimvølli móti Crystal Palace leygardagin. Ein dystur verður í Premier League í kvøld, tá júst Crystal Palace tekur móti Sunderland í seinasta dystinum í 10. umfari.

 

Premier League 10. umfar:

Leygardagin 1. november

Newcastle – Liverpool 1-0

Arsenal – Burnley 3-0

Chelsea – QPR 2-1

Everton – Swansea 0-0

Hull – Southampton 0-1

Leicester – WBA 0-1

Stoke – West Ham 2-2

 

Sunnudagin 2. november

Manchester City – Manchester United 1-0

Aston Villa – Tottenham 1-2

 

Mánadagin 3. november

Crystal Palace – Sunderland (20:00)