Manchester United undirhelt

Manchester United var í málhýri, tá teir í kvøld spældu í FA Cup

Ein dystur varð í kvøld spældu í ensku FA Cup steypakappingini.

 

Dysturin var á Pride Park í Derby, har Derby úr næstbestu deildini tók ímóti stórfelagnum Manchester United, frá bestu ensku deildini.

 

Manchester United hevur seinastu tveir mánaðirnar verið fyri stórum atfinningum. Serliga er tað hollendski venjarin, Louis Van Gaal, sum hevur verið undir stórum trýstið, og eftir ósigurin móti Southampton seinasta vikuskiftið, tóktist tað bert at vera spurningur um tíð áðrenn hollendski venjarin reyk í United.

 

Men so varð ikki. Á tíðindafundinum í gjár áðrenn dystin segði hollendski venjarin eisini, at skuldi hann trúð miðlunum í Onglandi, varð hann koyrdur sum Manchester United venjari tríggjar til fýra ferðirnar hesar seinastu mánaðirnar.

 

Manchester United vann dystin í kvøld 3-1, og hevði sum heild gott tamarhald á øllum dystinum.

 

Wayne Rooney legði tíðliga í fyrra hálvleiki United á odda 1-0 við einum frálíkum langskotið. Derby javnaði tó til 1-1 stutt undan hálvleiki George Thorne javnaði.

 

Ímóti endanum av seinna hálvleiki avgjørdi Manchester United av álvara dystin. Fyrst var tað hollendski miðverjin, Daley Blind, ið fór framvið í einum skjótálopið og legði Manchester United á odda 2-1. Og stutt áðrenn leiklok økti Juan Mata til 3-1 til Manchester United.

 

Við sigrinum er Manchester United fyrsta liðið sum hevur leikt seg víðari til fimtu rundu av FA Cup.

 

Í morgin vera fleiri dystir á skránni. Millum annað møtast Premier League feløgini Aston Villa og Manchester City í einari uppgerð, umframt at Liverpool á heimavølli tekur móti West Ham.

 

 

Derby County – Manchester United 1-3 (1-1)

1-0         Wayne Rooney

1-1         George Thorne

1-2         Daley Blind

1-3         Juan Mata