Ensku meistarnir vunnu greiðan 3-0 sigur á Tottenham á Old Trafford í kvøld, men Tottenham hevði møguleikar at arga heimaliðið, men tók ikki av. Danny Welbeck, Anderson og Wayne Rooney skoraðu málini.
Ein dystur hevur verið í ensku Premier League í kvøld. Manchester United tók á heimavølli móti Tottenham. Fyri Tottenham er talan um fyrsta dystin í hesum kappingarárinum, tí dysturin móti Everton, ið skuldi verða seinasta vikuskiftið, varð avlýstur vegna ófriðin í London fyrr í mánaðinum.
Tað var ferð á frá byrjan og bæði liðini sýndu gott álopsspæl. Tað gekk eisini skjótt tá liðini fóru í álop. Fyri Manchester United gingu Wayne Rooney, Ashley Young og Nani á odda, meðan Aaron Lennon, Gareth Bale og Rafael van der Vaart gingu á odda tá álopini skuldu skipast.
Bestu royndina hevði ungi miðvallarin hjá Manchester United, Tom Cleverley, tá hann royndi seg við skoti uttanfyri brotsteigin. Brad Friedel í Tottenham málinum bjargaði skotinum væl.
Í seinna hálvleiki helt góða álopsspælið fram. Fyrst legði Danny Welbeck heimaliðið á odda eftir innlegg úr høgru frá Tom Cleverley. Teir vóru báðir útleigaðir í fjør til ávíkavist Sunderland og Wigan. Løtu seinni legði Danny Welbeck hegnisliga upp til 2-0 málið, ið Anderson skoraði. Stutt fyri tíð sló Wayne Rooney sigurin fastan við stútara.
Manchester United er komið væl frá byrjan í ár og hóast Nemanja Vidic og Rio Ferdinand sótu uttanfyri, umframt at leikarar sum Paul Scholes og Edwin van der Sar eru givnir í summar, so er spælið so flótandi sum næstan ikki sæð fyrr.
Tottenham hevði møguleikar at leggja seg á odda, men onkursvegna vildi Aaron Lennon ikki spæla til ein púra leysan Rafael Van der Vaart inni í brotsteiginum. Sjónvarpsmyndirnar vístu eisini ein óða Van der Vaart eftir hendingina. Fyri Tottenham var Luka Modric ikki við. Hann sigst verða á veg úr felagnum.
Manchester United Tottenham 3-0 (0-0)
1-0 Danny Welbeck, 61
2-0 Anderson, 76
3-0 Wayne Rooney, 87
Manchester United: De Gea, Smalling, Jones, Evans, Evra, Young (Park 81), Cleverley (Giggs 81), Anderson, Nani, Rooney, Welbeck (Hernandez 81)
Á bonkinum uttan at koma inn: Lindegaard, Fabio, Berbatov, Carrick.
Tottenham: Friedel; Walker (Corluka 46), Dawson, Kaboul, Assou-Ekotto; Lennon, Livermore (Huddlestone 74), Kranjcar (Pavlyuchenko 74), Bale; Van der Vaart; Defoe.
Á bonkinum uttan at koma inn: Gomes, Bassong, Townsend, Jenas.
Dómari: Lee Probert (Wiltshire)










