Manchester United spældi seg víðari

Fleiri dystir hava verið spældir í Carabao Cup í kvøld

Minna enska steypakappingin, Carabao Cup, hevur í kvøld verið á skránni. Fleiri dystir hava verið spældir, har millum annað Manchester United, Arsenal og Manchester City hava verið í dysti.

 

Og av teimum trimum, var tað bert Manchester United, ið megnaði at vinna seg víðari í vanligari leiktíð. Manchester United vann dystin móti Swansea við 2-0. Jesse Lingard, ið er uppvaksin í Manchester United, skeyt bæði málini fyri Manchester United í tí dystinum.

 

Hjá hinum báðum – Arsenal og Manchester City – noyddust bæði liðini út í longda leiktíð móti liðum úr lægri deildum. Arsenal spældi á heimavølli móti Norwich í einum dysti sum eftir vanliga leiktíð endaði við 1-1. Har eydnaðist tað tó Arsenal at draga longra stráðið í longdu leiktíðini, Edward Nketiah skoraði til 2-1 fyri Arsenal.

 

Manchester City noyddist heilt brotssparkskapping í dystinum móti Wolves, eftir at bæði vanliga leiktíðin og longda leiktíðin varð endað við 0-0. Men í brotssparkskappingini dró Manchester City tað longra stráðið og spældi seg víðari.

 

Í hinum dystunum vunnu Leicester, Bristol City og Bournemouth seg víðari í kappingini.

 

Dystirnir í Carabao Cup í kvøld:

Bournemouth – Middlesbrough 3-1

Arsenal – Norwich 2-1 (Arsenal víðari eftir longda leiktíð)

Bristol City – Crystal Palace 4-1

Leicester – Leeds 3-1

Swansea – Manchester United 0-2

Manchester City – Wolves 0-0 (Manchester City víðari eftir brotssparkskapping)