Manchester United er flúgvandi

Premier League: Manchester United er nú oddalið, eftir at hava vunnið útsetta dystin móti Burnley

Manchester United hevur í kvøld lagt seg á odda í Premier League, eftir at liðið vann 1-0 á útivølli móti Burnley. Paul Pogba skoraði einasta málið í einum dysti, har VAR aftur spældi ein leiklut.

Tað var málleyst í fyrra hálvleiki, tá Luke Shaw kom við eini ógvusligari takling, men dómarin dømdi ikki eingongd fríspark. Manchester United fór í kontra og Robert Brady mátti brúka nakað, sum minti um neyðbremsuna. Tað fekk hann gult kort fyri.

Eftir fleiri minuttir av samskifti og ein túr á síðulinjuna, valdi dómarin, Kevin Friend, at geva Luke Shaw gult kort, taka gula kortið frá Robert Brady og geva Burnley fríspark. Løtu seinni stútaði Harry Maguire bóltin í málið, men tað bleiv dømt fríspark móti honum.

Avgerðin kom miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá Manchester United hevði kringsett brotsteigin hjá Burnley í allan seinna hálvleik. Marcus Rashford legði bóltin innfyri, har Paul Pogba fluktaði bóltin í málið. Manchester United er nú trý stig fremst í Premier League. Teir møta nummar tvey, Liverpool, næstu ferð.

Ein annar dystur var í kvøld. Everton vann 2-1 á útivølli móti Wolverhampton. Alex Iwobi og Michael Keane skoraðu málini fyri teir bláu úr Liverpool.

1Man Utd17113334:2436
2Liverpool1796237:2133
3Leicester17102531:2132
4Everton17102528:2132
5Tottenham1685329:1529
6Man City1585224:1329
7Southampton1785426:1929
8Aston Villa1582529:1626
9Chelsea1775532:2126
10West Ham1775524:2126
11Arsenal1772820:1923
12Leeds1772830:3323
13Crystal Palace1764722:2922
14Wolves1864819:2622
15Newcastle1754818:2719
16Burnley164489:2116
17Brighton1728721:2814
18Fulham1525813:2311
19WBA17151111:398
20Sheffield Utd1812159:295