Manchester United er enskur meistari fyri 20. ferð

Dagsins spælari á Old Trafford var Robin Van Persie, sum í fyrra hálvleiki skoraði reint hattrick. Manchester United er nú 16 stig frammanfyri Manchester City og er ensku meistari.

 

Dysturin á Old Trafford var ikki meir enn byrjaður, so legði Robin Van Persie Manchester United á odda. Eitt lítið korter inn í fyrra hálvleik økti sami Robin Van Persie við einum dreymamálið, tá Wayne Rooney sendi ein høgan bólt upp um verjuna. Robin Van Persie meddaði til fyrstu ferð og so var mál.

 

Hollendarin megnaði at fullfíggja hattrick’ið tá hálvleikurin var ein hálvan tíma gamal. Ryan Giggs kom í góða støðu, men valdi at spæla bóltin upp á tvørs til Robin Van Persie, sum sendi bóltin upp í málhornið. Hetta er fimtu ferð, at Robin Van Persie skorar hattrick í Premier League.

 

Í seinna hálvleiki hugnaðu viðhaldsfólkini hjá Manchester United sær óført við sangum og rópum, meðan spælið var lítið at reypa um, men tað var eisini líkamikið, tí Manchester United hevði tamarhald á støðuni.

 

Manchester United er enskur meistari fyri 20. ferð og tað er nýtt met í enskum fótbólti.