Sunnudagin varð 38. og seinasta umfar av enn eini langari fótbóltskapping spælt í ensku Premier League. Tvey lið høvdu undan seinasta umfarinum møguleika fyri at tryggja sær meistaraheitið: Manchester United, sum lá best fyri og í seinasta dystinum spældi heima móti Tottenham, og Arsenal, sum var eitt stig aftanfyri, og sum endaði sítt kappingarár á heimavøllinum Highbury móti Aston Villa.
Arsenal skuldi vinna fyri at varðveita meistaraheitið, og samstundis máttu teir seta sítt álit á gomlu arvafíggindarnar Tottenham, sum skuldu fáa stig á United-heimavøllinum Old Trafford.
Og »The Gunners« gjørdu sína skyldu við at vinna 1-0, men tað var ikki nóg mikið, tí Manchester United gjørdi eisini sína skyldu og vann 2-1. Les Ferdinand legði Tottenham á odda, men David Beckham og Andy Cole syrgdu fyri, at gullið endaði í Manchester fyri fimtu ferð seinastu sjey árini.
Manchester United hevur annars møguleika fyri at fáa enn meira skreyt longu nú leygardagin, tá teir spæla ensku steypafinaluna móti Newcastle. Og longu mikudagin eftir tað er tað so Champions League finalan móti Bayern München, sum verður spæld í Barcelona.
Danski málverjin Peter Schmeichel spældi sín seinasta dyst á heimavøllinum Old Trafford, og sigast kann, at hann longu nú hevur fingið ein virðiligan enda upp á sína tíð í Manchester United, líkamikið hvussu úrslitini í teimum báðum finalunum verða.
Sjónvarp Føroya vísir ensku steypafinaluna leygardagin, og danska TV3 verður á staðnum í Barcelona mikukvøldið eftir.