Manchester United einsamalt á odda

Hóast Manchester United hevur spælt ein dyst færri enn hini liðini, so liggja teir nú á einum fyrsta plássi í Premier League. Teir fingu í kvøld vitjan av Arsenal, ið hevur klárað seg væl á útivølli í ár. Manchester United hevur hinvegin ikki tapt í Premier League í ár.

 

Einasta málið í dystinum skoraði Ji-Sung Park stutt fyri hálvleik. Nani dribblaði í høgru síðu og legði innfyri til Park, sum hengisliga megnaði at stúta bóltin í stongina og inn.

 

Í seinna hálvleiki royndi Arsenal at trýsta, meðan Manchester United fyri mesta spældi upp á mótálop. Størsta málmøguleikan fekk Wayne Rooney, tá dómarin dømdi brotsspark til heimaliðið. Rooney smekkaði til, men bólturin fór omanfyri tvørstongina.

 

Manchester United hevur nú 34 stig á fyrsta plássi, meðan Arsenal saman við Manchester City hava 32 stig beint aftanfyri.

 

Manchester United ? Arsenal 1-0 (1-0)

1-0 Ji-Sung Park, 41