Manchester United bankaði AC Milan

AC Milan hevði ongan møguleika, tá teir vitjaðu á Old Trafford. Wayne Rooney legði heimaliðið á odda longu eftir eitt korter, eftir innlegg frá Gary Neville. Seinni hálvleikur var bara ein minuttir gamal, tá Wayne Rooney økti til 2-0 eftir skjótálop.

 

Ji-Sung Park gjørdi tað til 3-0, áðrenn Darren Fletcher stutt fyri dystar enda skoraði til endaliga úrslitið 4-0.

 

Sigurin var fult uppiborðin og Milan var ongatíð nær við at koppa heimaliðnum.

 

David Beckham kom inn í seinna hálvleiki, men heldur ikki hann kundi gera nakað við gomlu liðfelagirnar. Hann fekk tó eina megnar móttøku frá Old Trafford tá hann kom á vøllin.

 

Manchester United - AC Milan 4-0

1-0 Wayne Rooney (13)

2-0 Wayne Rooney (46)

3-0 Ji-Sung Park (59)

4-0 Darren Fletcher (88)

 

Manchester United vinnur samanlagt 7-2.