Manchester-liðini rógva í takt

Dystirnir um vikuskiftið eru startskotið til eitt tætt og hendingarríkt tíðarskeið fram til nýggja árið. Framvegis ganga liðini úr Manchester á odda

Premier League:

Manchester United legði seg á odda í nakrar tímar leygardagin, tá teir vunnu á Queen’s Park Rangers. Upp­flytarnir vunnu fyrr í ár á Loftus Road í London móti Chelsea, men tann dagin fekk Chelsea ikki færri enn tvey reyð kort í fyrra hálv­leiki.
Hesa ferð megnaði stóri pinnur ikki at koma runt eina ferð, áðrenn Wayne Rooney legði Manchester United á odda. Undan seinasta viku­skiftinum hevði hann ikki skorað í átta dystinum, men nú hevur hann skotið trý í tveimum dystum.
Michael Carrick avgjørdi dystin stutt inn í seinna hálvleik, tá hann rann frá QPR verjuni og smekkaði til uttanfyri brotsteigin. Tað er tó ein annar miðvallari, ið fer við yvir­skriftinum í Manchester í løtuni. Fyrrverandi liðskiparin, Roy Keane, er í løtuni í heitum orðadrátti við Sir Alex Ferguson. Roy Keane er ein bersøgin harri og hevur verið úti alment og prika til fyrrverandi venjarin hjá sær. Tað er komið illa við á Old Trafford. Roy Keane hevur sagt, at Sir Alex ikki altíð ger tað, sum er best fyri felagið, men tað sum er best fyri hann sjálvan. Írin hevur eisini sagt, at hann bleiv illa viðfarin, tá hann í 2005 gavst í felagnum.
Manchester United skal eisini til at umhugsa um at styrkja miðvøllin til seinnu hálvu, nú Darren Fletcher er fyribils givin við at spæla fótbólt vegna sjúku. Afturat honum eru bæði Anderson og Tom Cleverlet skaddir.

Silva avgerandi fótin
Tað gingu góðir fýra tímar frá, at Manchester United legði seg á odda í Premier League til at Man­chester City yvirtók plássið aftur. Á heimavølli fekk liðið hjá Gunnari Nielsen vitjan av einum væl­koyr­andi Arsenal liðið við Robin van Persie í stórformi.
Dysturin gjørdist ein spennandi og ferðmikil uppgerð millum tvey lið í dáma væl at leypa á. Bara eitt mál kom í dystinum og tað avspeglar ikki álopssinnaða fótbóltin á Etihad leikvøllinum.
Avgerandi løtan kom stutt inn í seinna hálvleik, tá David Silva var fyrstu á bóltin, eftir at Mario Balotelli hevði roynt seg við skoti.
Høvðussøgan upp til dystin var, at Mario Balotelli og Micah Richards brustu saman til venjing. Venjingarstøðin hjá Manchester City liggur soleiðis fyri, at myndamenn hava góðar møguleikar at fanga alt sum hendir til venjing. Tað gjørdu teir eisini fríggjadagin, men Micah Richards var skjótur at svara aftur umvegis Twitter, at hendingin einki hevði upp á seg. Seinni send hann út eina mynd, har hann og Mario Balotelli standa í berum yvirkroppi og í boksihandskum.

Tottenham heldur fram
Við einum málið frá Roman Pavlyuchenko heldur Tottenham fram at trýsta Manchester liðini. Tottenham hevði á White Hard Lane vitjan av Sunderland, sum júst hevur fingið nýggjan venjara í Martin O’Neill. Hann hevur úr at gera og hevði til dystin sett bæði Nicklas Bendtner og Lee Catter­mole á bokin, tí teir hava gjørt seg fyri skommum fullir. Danski fram­herjin hevur enntá sent út tíðinda­skriv, har hann biður orsaka fyri hendingina.
Russiski málskjúttin hjá Totten­ham hevur ikki verið nógv at á vøllinum í ár, men hann vísti at hann er til reiðar at taka av møgu­leik­anum tá hann fær hann. Totten­ham kundi havt vunnið meir um teir vóru neyvari í avgerandi løtum. Serliga Luka Modric brendi ein av teimum stóru, tá hann skjeyt upp um úr góðari støðu fyri opnum máli.
Venjarin hjá Tottenham, Harry Redknapp, hevur leingi verið settur í samband við enska lands­liðs­starvið, men í viku segði formaðurin í Totenham, at Harry Redknapp fyri­bils bara hevur eyguni eftir Tottenham.

Chelsea snávaði aftur
Júst sum Chelsea tóktist vera kom­ið fyri seg, so spentu teir bein fyri sær sjálvum. Daniel Sturridge hevði annars lagt Chelsea á odda í úti­dystinum móti Wigan og við sigrum móti Manchester City, Valencia og Newcastle tóktist Chelsea nú verða komið seg av álvara.
Men hetta sær ikki út til at verða árið hjá Chelsea og tveir minuttir fyri tíð fær Petr Cech ikki fatur á einum løttum bólti, sum endar hjá Jordi Gomez, sum lættliga kundi javna fyri botnliðið, sum nú hevur fingið sjey stig teimum seinastu trim­um dystinum.
Málið sigur eitt sindur um gongd­ina hjá Chelsea í ár. Bretskir fjølmiðlar eru skjótir at seta nýggjan venjarin, Andre Villas-Boas, undir trýst, men tað tykist sum Chelsea eig­arin, Roman Abramovich, hevur sett sítt álit á unga portugisan. Chelsea hevur hann skift nógv út á venjara­bonkinum síðani Roman Abramovich keypti felagið í 2003. Andre Villas-Boas er sjeyndi venj­arin upp á góð átta ár.
Nicloas Anelka hevur skift til lið úr Kina, sum samstundis hevur sett fyrrverandi Monaco og Fulham venjarin, Jean Tigana, sum venjara. Søgurnar vilja verða við, at Didier Drogba møguliga eisini fer úr London felagnum, tí hann vil hava ein nýggjan tvey ára sáttmála, men Chelsea vil bara geva honum eitt ár. Tvey av heitu nøvninum, sum eru sett í samband við Chelsea eru brasiliu­menninir, Neymar og Robinho.

Liverpool best á útivølli
Liverpool vann aftur hetta viku­skiftið á útivølli, hesa ferð á Villa Park. Liverpool var omaná frá byrjan og skoraði tvær ferðir upp á horna í fyrra hálvleiki. Fyrst var Craig Bellamy fyrstu á fimm metr­inum og seinnu ferð stútaðu Martin Skrtel beinleiðis í mál.
Aston Villa er komið illa frá byrjan og fótbólturin er ikki á sama stigi, sum tá Martin O’Neill stóð á odda fyri liðnum. Tað skapti eisini øði millum Aston Villa viðhaldsfólkini, tá tað eftir dystin kom fram mynd, ið vísti Darren Bent keypa jólagávur meðan dystinum var. Enski lands­liðs­fram­herjin er skaddur í løtuni, men við­halds­fólkini halda lítið um at hann ikki brúkti tíðina upp á stuðla sín­um liðið heldur enn at keypa jóla­gávur.
Eftir dystin rósti Liverpool venj­arin, Kenny Dalglish, Luis Suarez, sum hevur eina ákæru um rasist­iskan málburð hangandi yvir høvdið. Rokna verður við, at at ein avgerð verður tikin í málinum áðr­enn 20. desember. Luis Suarez er undir illgruna fyri at hava brúkt rasistiskan málburð mótvegis Patrice Evra, tá Liverpool og Man­chester United brustu saman fyrr í ár.

Newcastle steðgað upp
Felagið hjá Jóan Símuni Edmunds­syni tók tey flestu av bóli við at blanda seg millum topp liðini. Leygar­dagin megnaði liðið í hvítum og svørtum ikki at knekka eitt tamt Swansea lið. Newcastle royndi við Demba Ba á odda at fáa hol á, men Swansea helt fast.
Newcastle hevur nú bara fingið eitt stig út av tólv møguligum. Tað stigið kom tó móti Manchester United á Old Trafford. Venjarin hjá Newcastle, Alan Pardew, ásannai undan dystinum, at felagið má kempa fyri at halda fast í Cheik Tiote. Hóast hann hevur skriva langan sáttmála við felagið, so eru fleiri áhugaði í stríðsmanninum á mið­vøllinum hjá Newcastle.

Botnurin
Bolton tapti aftur um vikuskiftið og liggur framvegis niðast við bara níggju stigum. Í fjør stóð Bolton seg væl og kom í hálvfinaluna í FA Cup. Hana taptu teir 5-0 móti Stoke og síðani hevur Bolton ikki verið at kenna aftur. Teir hava latið inn 38 mál og tað er meiri enn nakar annar. Bolton tapti um vikuskiftið 2-0 fyri Fulham.
Eisini Blackburn er í stórum trupulleikum. Viðhaldsfólkini hava leingi gjørt vart við sína ónøgd og vilja hava bæði venjara og eigarar frá. Steve Kean og hansara menn taptu 2-1 á heimavølli móti WBA.
Hesi bæði fáa tað torført við at halda sær í bestu deildini. Tað var eisini støðan hjá Wigan fyri trimum vikum síðani, men við sjey stigum í trimum dystinum er støðan hjá Wigan nú betra.
Í Premier League spæla teir við fullari ferð um jólini og longu í vikuni er fult umfar á skránni. Dystir verða týskvøldið, miku­kvøldið og hóskvøldið. Størsti dyst­urin er óiva hóskvøldið tá Chelsea tekur ímóti Tottenham. Ein dystur, sum hevur stóran týdning fyri bæði liðini.
trondur@sosialurin.fo