Manchester City tapti í kvøld í Napoli og tað er sannlíkt, at enska oddaliðið ikki kemur víðari úr bólkaspælinum. Manchester United fær eftir javnleik móti Benfica trupult við at vinna sær fyrsta plássið í sínum bólki.
Tað var heilt stóra málið hjá Manchester City at røkka Champions League fótbólti, men nú sannlíkt at tað verður í eini stuttari útgávu í ár. Tvær ferðir legði Edinson Cavani Napoli á odda. Fyrru ferð megnaði Mario Balotelli at svara aftur fyri gestirnar úr Onglandi, men seinnu ferðina megnaði Napoli at halda fast um leiðsluna og vinna.
Napoli skal í seinasta umfarinum í Champions League bólkaspælinum spæla á útivølli móti Villareal, sum liggur niðast við ongum stigi. Vinnur Napoli tann dystin, so er líka mikið um Manchester City megnar at vinna á Bayern Munchen. Risin úr Týsklandi vann sær í kvøld víðari luttøku úr bólki A við 3-1 sigri á Villareal.
Eisini Manchester United hevði tað trupult í kvøld. Ensku meistarnir høvdu vitjan av Benfica. Dysturin endaði við 2-2 javnleiki. Dimitar Berbatov og Darren Fletcher skoraðu fyri heimaliðið, sum undan seinasta umfarinum er á øðrum plássi í bólki C við sama stiga tali sum Benfica. Portugisarnir eru tó frammanfyri í innanhýsis dystinum við fleiri málum á útivølli.
Manchester United skal í seinasta umfarinum spæla móti FC Basel í Sveis. Tapur Manchester United ikki dystin, so koma teir víðari, men helst sum nummar tvey, tí Benfica í seinasta dystinum tekur ímóti botnliðnum í bólkinum, rumenska Otelul Galati.
Real Madrid vann heili 6-2 á Dinamo Zagreb og er víðari sum vinnari av bólki D, meðan Inter Milan er víðari í bólki B eftir javnleik í kvøld.
Champions League fimta umfar bólkaspæl.
Bólkur A
Bayern Munchen Villareal 3-1
Napoli Manchetser City 2-1
Bólkur B
CSKA Moskova Lille 0-2
Trabzonspor Inter 1-1
Bólkur C
Manchester United Benfica 2-2
Otelul Galati FC Basel 2-3
Bólkur D
Lyon Ajax 0-0
Real Madrid Dinamo Zagreb 6-2