Manchester City snávaði aftur í dag

Premier League: Eitt sjálvmál í evstu løtu kostaði tvey stig

23. umfar í Premier League er um vikuskiftið. Størsti avbjóðarin hjá Liverpool til meistaraheitið, Manchester City, snávaði aftur – enntá á heimavølli. Tottenham var ein millimetur frá at vinna á Watford, men máltøknin segði einki mál.

Manchester City tapti í farna kappingarári á heimavølli móti Crystal Palace. Í dag var Crystal Palace aftur á veg móti einum óvæntaðum sigri á Etihad leikvøllinum, men heimaliðið stríddi seg til eina leiðslu tveir minuttir fyri tíð. Tað endaði tó við einum sjálvmálið frá Fernandinho í yvirtíðin.

##med2## 

Tottenham var ein millimeter frá at vinna á útivølli móti Watford, men máltøknin vísti at bólturin var akkurát ikki inni. Hinvegin, so kundi Watford eisini havt vunnið, men teir brendu brotssparkið. Í botninum vann Norwich 1-0 á AFC Bournemouth í botndystinum. Bæði liggja til niðurflyting.

Premier League 23.umfar:

Watford – Tottenham 0-0

Arsenal – Sheffield United 1-1

Brighton – Aston Villa 1-1

Manchester City – Crystal Palace 2-2

Norwich - AFC Bournemouth 1-0

Southampton – Wolverhampton 2-3

West Ham – Everton 1-1

Newcastle – Chelsea

Í morgin:

Burnley – Leicester City (14.00)

 

Liverpool – Manchester United (16.30)

1Liverpool21201050:1461
2Manch.City23153564:2748
3Leicester22143547:2145
4Chelsea22123739:2939
5Manch.Utd2297636:2534
6Wolves23810534:3034
7Sheffield Utd2389625:2233
8Tottenham2387836:3131
9Crystal Palace2379722:2630
10Arsenal23611630:3229
11Everton23851026:3329
12Southampton23841129:4228
13Newcastle22751021:3426
14Brighton23671026:3125
15Burnley22731224:3724
16West Ham22651126:3423
17Watford23581020:3423
18Aston Villa23641329:4422
19Bournemouth23551320:3620
20Norwich23451423:4517