Manchester City rakti ikki málið

Liga Cup: Manchester City er púra óvæntað úti av kappingini

Manchester City tapti í gjár 2-0 móti botnliðnum í Premier League, Southampton, í fjórðingsfinaluni í Liga Cup. Manchester City rakti ikki málið eina ferð og tað er fyrstu ferð í 1743 dagar.

 

Tað er nú klárt til hálvfinalurnar í Liga Cup. Nottingham Forest skal spæla móti Manchester United, meðan tað óvæntað er Southampton, sum skal møta Newcastle í hinari hálvfinaluni. Southampton vann 2-0 á Manchester City í gjár.

 

Sigurin var uppiborin. Southampton, sum hevur staðið seg illa í landskappingini, var omaná frá byrjan. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði Sekou Mara heimaliðið á odda. Løtu seinni økti Moussa Djenepo, tá hann uttanfyri brotsteigin lyfti bóltin í málið.

 

Manchester City megnaði ikki at svara aftur, hóast spælarar sum Kevin De Bruyne og Erling Haaland komu á vøllin í seinna hálvleiki. Tað gekk so illa, at Manchester City fyri fyrstu ferð í 250 dystum ikki megnaði at hava eitt skot á mál í einum dysti. Seinast var í 2018, tá Manchester City tapti 3-0 móti Liverpool.

 

Kritikkurin er størstur móti trimum av nýggju spælarunum hjá Manchester City. Enski landsliðsspælarin, Kalvin Phillips, kom til fyri nógvar pengar úr Leeds, men hevur ikki livað upp til prísin.

 

Vinstri bakkurin Sergio Gomez kom til úr Club Brugge, men hann hevur verið partur av fleiri óhepnum støðum. Tað var hann eisini í gjár. Tann triði er fyrrverandi liðfelagin hjá Jóan Símuni Edmundsson í Arminia Bielefeld, málverjin Stefan Ortega. Hann sá illa út í málinum til 2-0.

 

Nú eru fýra lið eftir, sum øll tykjast leggja nógv fyri í Liga Cup kappingini. Manchester United hevur ikki vunnið tey nógvu steypini í seinastuni, meðan Newcastle hevur brúk fyri einum steypi, at sjóseta nýggju tíðina sum oljuríkt toppfelag.

 

Nottingham Forest hevur ikki verið at sæð í toppfótbólti síðani 90 ini, og størstu steypini bilvu vunnin í 70 unum og 80 unum, Southampton er lítið sigurvant við steypum.

 

Liga Cup fjórðingsfinalur:

 

Newcastle – Leicester 2-0

 

Manchester United – Charlton 3-0

 

Notthingham Forest – Wolverhampton 1-1 (4-3 upp á brotsspørk)

 

Southampton – Manchester City 2-0

 

Liga Cup hálvfinalur 24. og 31. januar:

 

Nottingham Forest – Manchester United

 

Southampton - Newcastle