Manchester City leikari dopaður

Manchester City hevur fyribils leikbannað Kolo Toure, sum er testaður positivur í eini A-doping roynd. Kolo Toure tók nakrar tablettir hjá konuni, sum innihalda ólóglig evnir. Talan var um tablettir, ið skuldu hjálpa upp á vekttap. Vísur tað seg, at B-royndin eisini er positiv, so vilja enskir miðlar vera við, at Kolo Toure kann fáa leikbann í tvey ár frá fótbólti.

 

Kolo Toure var í 2009 keyptur frá Arsenal. Venjarin hjá Arsenal, Arsené Wenger, hevur í dag sagt á tíðindafundi, at Kolo Toure ikki er ein leikari, ið kundi funnið upp á at snýtt, men at hansara størsta synd var at stóla upp á konuna.

 

Konan hjá Kolo Toure hevur ikki úttala seg enn.