Manchester City keypt kinesiskt fótbóltsfelag

Sichuan Jiuniu er sjeynda felagið í netverkinum hjá Sheik Mansour

Eigarnir av enska fótbóltsfelagnum Manchester City, City Football Group (CFG), hava í dag kunngjørt keypið av kinesiska triðjudeildarfelagnum Sichuan Jiuniu. Tað er sjeyda felagið, sum CFG hevur keypt.

 

Tað er Sheik Mansour úr Abu Dhabi, sum er høvðusmaðurin aftanfyri CFG, ið av fyrsta tíð keypti Manchester City. Síðani hevur felagið keypt New York City (USA), Melbourne City (Avstralia), Girnoa (Spania), Yokohama Marinos (Japan) Club Atletico Torque (Uruguay) og nú kinesiska Sichuan Jiuniu, sum er stovnað í 2017.

 

Hetta er ikki sæð fyrr í altjóða fótbólti, at eitt felag eigur so nógv fótbóltsfeløg í heiminum. Í flestu førum er talan um fleiri eigarar fyri hvørt fótbóltsfelag. Í hesum førinum er felagið keypt saman við UBTECH og China Sports Capital. Í øðrum førum er talan um minnilita eigaraskap, sum í Yokohama Marinos (Japan) Club Atletico Torque (Uruguay).

 

Eigararnir av Manchester City hava sett sær fyri at eiga eitt fótbóltsfelag í hvørjum heimsparti. Nú manglar bara eitt felag í Afrika.