Manchester City í upploysn

Bretsku fjølmiðlarnir eru ikki mjúkir við Manchester City, sum helst tapti meistaraheitið í gjár

Manchester City, sum vann Premier League farna kappingarár, tapti í gjár 2-1 fyri Crystal Palace. Við tapinum er Manchester City endað heilt niðri á fjórða plássi, við níggju stigum færri og einum dysti fleiri enn oddaliðið Chelsea.

 

Sostatt tykist púra vist, at Manchester City ikki endurvinnur meistaraheitið. Tað kemur ikki so óvart á, at Chelsea helst vinnur Premier League hesaferð. Tað kemur hinvegin óvart á, at bæði Manchester United og Arsenal nú hava yvirhálað Manchester City á stigatalvuni.

 

Í dag fær ljósabláa felagið úr Manchester av at vita í bretsku miðlunum, sum hvør í sínum lag royna at finna fram til orsøkirnar til ringu gongdini. Her eru nakrar av orsøkunum, sum bretsku miðlarnir eru komnir fram til.

 

Keypa illa inn:

Allir lyklaspælararnir eru keyptir inn fyri fleiri árum síðani. Spælarar sum Joe Hart, Sergio Aguero, David Silva, Yaya Toure og Vincent Kompany eru keyptir áðrenn núverandi ítróttarstjórin, Txiki Begiristain, og virkandi stjórin, Ferran Soriano, komu til úr Barcelona.

 

Síðani hava keypini verið millum annað Eliaquim Mangala, Fernando, Stevan Jocetic og Wilfried Bony. Ongin av teimum hevur sligið til. Manchester City megnar snøgt sagt ikki at keypa rætt inn.

 

Venjarin motiverar ikki:

Tað hevði ikki verið fótbóltur, um ikki venjarin fekk skyldina. Tað fær kilenski venjarin hjá Manchester City, Manuel Pellegrini, eisini. Hann verður ákærdur fyri at verið ov lítið inspirerandi og megnar ikki at motivera spælararnar.

 

Hann fær rós fyri altíð at vísa virðing, hóast fótbóltur er eitt spæl við nógv kenslum. Dreymurin á Etihad leikvøllinum er at fáa Pep Guardiola sum venjara. Hetta tykist ógjørligt eitt ár ella so fram í tíðina, tí spaniólin er í holt við sítt annað ár í Bayern Munchen.

 

Aldurin:

Afturgangandi fyri flestu av lyklaspælarunum hjá Manchester City er, at teir næskast 30 unum. Millum annað verður víst á Bacary Sagna, Pablo Zabaleta, Martin Demichelis, Frank Lampard, Yaya Toure, Gael Clichy, Aleksandr Kolarov, James Milner, Edin Dzeko og David Silva, sum allir eru 29 ella eldri.

 

Teir eru farnir um besta aldurin og lítið røkist fyri, at teir nakrantíð røkka somu hæddunum aftur, sum teir høvdu í stórheitstíðini. Eisini 28 ára gamli Vincent Kompany verður nevndur her.

 

Ongar heimagjørdar spælarar:

Sum eitt mótspæl til omanfyri nevnda trupulleika, so plaga feløg flest at hava onkrar ungar spælarar, ið bjóða teimum eldru av. Her hevur Manchester City tó ikki megnað, at ment ein tann einasta spælara síðani Micha Richards, sum í dag spælir við italska Fiorentina.

 

Nógv pengarnir, ið eru brúktir upp á venjingarstøðina, hava ikki givið úrslit. Eisini har er Manchester City langt aftanfyri størri feløg sum Manchester United, Barcelona og Real Madrid.

 

Viljin og felagskenslan ikki til staðar:

Gary Neville, viðmerkjari á Sky Sports, helt fyri, at Manchester City spælararnir ikki hava viljan at vinna tvey ár upp í slag. Gary Neville veit um nakar hvat tað krevur at endurvinna Premier League.

 

Aðrir miðlar halda, at Manchester City við at beinleiðis keypa seg til topps, ikki fær spælarar, ið leggja nóg nógv í felagið, men heldur bara vilja hava pengar. Hetta kann verða ringt at máta ella prógva.

 

Loysnin:

Felags fyri bretsku miðlarnir er, at Manchester City skal keypa spælarar sum Paul Pogba(Juventus) og Raheem Sterling(Liverpool). Ungir og evnarríkir, men her tykjast teir at gloyma, at Manchester City fyri kortum bleiv felt av FFP fíggjareftirliginum hjá FIFA, tí teir brúktu ov nógvar pengar í mun til inntøkurnar.

 

Annars verður lagt upp til at fáa ein venjara inn í eitt ár, til Pep Guardiola møguliga eru klárur til at taka við eini nýggjari uppgávu. Her verða Rafael Benitez og Carlo Ancelotti nevndir. Eisini skal felagið geva fleiri ungum spælarum møguleikan á besta liðnum.