Manchester City fyribils á odda í Premier League

Í vikuni gramdi Mario Balotelli seg um heimlongsul; í dag skoraði hann hattrick fyri Manchester City. Liðið, við Gunnari Nielsen á lønarlistanum, fekk í dag vitjan av Aston Villa, sum hevur staðið seg illa í ár. Tað gingu bara átta minuttir, so hevði Balotelli lagt teir ljósabláu úr Manchester á odda við brotssparki. Verjuleikarin Joleon Lescott økti áðrenn Balotelli við tveimum fullførdi sítt hattrick. Seinna var aftur upp á brotsspark.

 

Tottenham hevur ment seg nógv síðani Harry Redknapp tók við venjarastarvinum í 2008. Nú eru teir eisini farnir at vinna við 10 monnum. Seinast teir vóru á vøllinum vunnu teir á Aston Villa við 10 monnum í yvir ein tíma. Í dag vóru teir 10 mans í ein lítlan hálvan tíma, men megnaðu framvegis á økja um 1-0 leiðsluna. Aaron Lennon legði Totten á odda nakað inn í seinna hálvleik. Í 66. minutti var Younes Kaboul vístur av vøllinum. Men Tottenham hevði ongar trupulleikar av Newcastle og tað eydnaðist eisini Gareth Bale at økja til 2-0.

 

Fulham, Blackpool og Blackburn vunnu øll á útivølli. Serliga fyri Fulham kom sigurin væl við, teir hava ikki megnað at hildi áfram við góðu gongdini frá í fjør.

 

Manchester City liggur fyribils á odda í Premier League, men hevur spælt heilar tríggjar dystir fleiri enn Manchester United, ið eru eitt sitg aftanfyri. Manchester United spælir í kvøld móti Birmingham á útivølli. Tottenham hevur vunnið seg upp á fjórða plássi, frammanfyri Chelsea.

 

Premier League:

 

Manchester City ? Aston Villa 4-0

Stoke ? Fulham 0-2

Sunderland ? Blackpool 0-2

Tottenham ? Newcastle 2-0

WBA ? Blackburn 1-3

 

West Ham ? Everton kl. 17:30

Birmingham ? Manchester United kl. 20.00