Manchester City í føroyska pottin

B36 og EB/Streymur eru føroysku umboðini, tá lutur verður kastaður um, hvussu spælast skal í undankappingini til UEFA-Cup. Millum møguligu mótstøðuliðini hjá føroysku umboðunum er enska Manchester City, sum fekk eitt av sonevndu fair-play plássunum. Manchester City hevur spent seg nógv, síðani nýggir eigarar komu til felagið, og eitt nú sigst brasilski Ronaldinho at vera ávegis til felagið. Hini liðini, sum EB/Streymur og B36 kunnu trekkja, eru FC Copenhagen, Brøndby IF, Viking Stavanger, FC Midtjylland, FC Nordsjælland, Djurgården, Kalmar, Haka, Honka, Hafnarfjarðar, Liep?jas Metalurgs, Olimps og S?duva.