Fyrsta umfarið í Premier League varð hendingaríkt og spennandi. Manchester City var enn eina ferð aftanfyri á heimavølli móti einum uppflytara, men megnaði at vinna 3-2. Chelsea fekk somuleiðis eina góða byrjan, har Eden Hazard var dagsins maður.
Í Newcastle heldur góða lívið fram. Teir vunnu á André Villas-Boas og Tottenham. Michael Laudrup vann 5-0 í fyrstu royndini sum venjari hjá Swansea, meðan Liverpool, sum fór avstað við Swansea venjaranum frá í fjør, fekk eina sera vánaliga byrjan.
Í kvøld skulu so Manchester United og Robin van Persie í eldin móti Everton. Seiansta nýggja er, at Sir Alex Ferguson kundi hugsað sær Kaka frá Real Madrid.
City endurtók søguna
Manchester City endaði kappingarárið í fjør við at vinna 3-2 á einum uppflytara á heimavølli aftaná at hava verið aftanfyri. Ta ferðina var tað Queens Park Rangers, sum var mótstøðuliðið. Í gjár var søgan tann sama, tá Southampton kom á vitjan á Etihad leikvøllinum.
Tað er ikki tann heilt stóra kollveltingin farin fram í Manchester City í summar. Roberto Mancini hevur fingið ein nýggja sáttmála og einsta keypið er Jack Rodwell frá Everton.
Roberto Mancini leitar framvegis eftir einum miðverja at spæla undir liðini á Vincent Kompany. Fremstur á listanum er danski miðverjin hjá Liverpool, Daniel Agger.
Manchester City kom annars á odda 1-0 í fyrra hálvleiki, men upp á bara nakrar fáa minuttir vendið Southampton dystinum á høvdið. Men við málum frá Edin Dzeko og Samir Nasri eydnaðist ensku meistarunum at vinna fyrsta dystin í árinum.
Tað kom illa við hjá Manchester City, at Sergio Aguero mátti fara skaddur av vøllinum. Hann hevur fingið ein skaða í knæið, men roknað verður við, at hann verður klárur aftur um nakrar vikur.
Hazard dagsins maður
Eden Hazard kom í summar til Chelsea frá franska Lille. Hann var ávegis til bæði Manchester United og Manchester City, men tá saman umkom, so var tað Chelsea, ið fekk belgiska bóltsnillingin. Tað fegnast tey um í bláa partinum av London í dag.
Eden Hazard var nevniliga dagsins maður í útidystinum móti Wigan sunnudagin. Longu aftaná fimm minuttir hevði hann lagt upp til 1-0 málið hjá Branislav Ivanovic og upphavsmaðurin til brotssparkið, sum Frank Lampard umsetti til 2-0.
Eden Hazard vísti góðan bóltførleika og serliga vóru tað knøppu vendingarnar, ið gjørdu lívið torført fyri Wigan leikararnar. Helst skuldi Wigan fingið eitt reytt kort, fyri eina vemmiliga takling aftanifrá móti júst Eden Hazard. Heldur Eden Hazard at spæla sum hann gjørdi í gjár, so verður hetta eina spennandi ár fyri Chelsea viðhaldsfólk.
Ba og Arfa koppaðu Tottenham
Tottenham hevði munin á Newcastle í fjør, men tað gav ikki eitt atgongumerkið til Champions League, tí Chelsea vann kappingina og sleppur tí at verja heitið í ár. Tottenham var uttan Luka Modric, sum líkist meiri og meira einum Real Madrid leikara.
Newcastle er sum eitt nýtt felag eftir niðurflytingina. Felagið hevur í summar megnað at hildið fast í stjørnuleikarunum sum Demba Ba. Søgan sigur, at tað stendur í sáttmálanum hjá honum, at um eitt felag bjóðar 75 milliónir krónur fyri hann, so hevur hann frítt at fara.
Newcastle vann dystin 2-1 við málinum frá Demba Ba og Hatem Ben Arfa. Tað seinna var brotsspark. Fleiri eru ivasom um veruligu styrkina hjá Newcastle, men sigurin á Tottenham bendur á, at Newcastle aftur í ár verður at síggja millum tey fremstu.
Stórsigur til Laudrup
Danska heimsstjørnan, Michael Laudrup, er nýggjur venjari hjá Swansea, sum í fjør tók øll á bóli við góða og tekniska fótbóltinum, ið liðið spældi. Hetta vildu eigarnir í Liverpool hava sín lut í og hava ognað sær venjaran, Brendan Rodgers, og miðvallaran Joe Allen.
Men Michael Laudrup hevur gjørt okkurt rætt, tí Swansea vann ikki minni enn 5-0 á Loftus Road móti QPR. Fótbóltsspælið var tað sam eyðkenda við góðum tekniskum fótbólti.
Liverpool hevur goldið áleið 150 milliónir krónur fyri Joe Allen, so Michael Laudrup hevur pengar at brúka áðrenn flytingargluggin letur aftur.
Vánalig byrjan hjá Liverpool
Fyri Brendan Rodgers og Joe Allen gekk tó nógv verri. Liverpool var á vitjan hjá West Bromwich Albion, sum hevur Steve Clarke sum venjara. Hann var hjálparvenjari hjá Kenny Dalglish, sum í summar varð koyrdur sum venjari hjá Liverpool.
Fyrri hálvleikur var javnur, men stutt fyri hálvleik smekkai Zoltan Gera bóltin í málhornið til 1-0 til heima liðið.
Góðar tíggju minuttir inn í seinna hálvleik fekk Daniel Agger reytt kort fyri at brúka neyðbremsuna. WBA brendi brotssparkið, men bara minuttir seinni var aftur brotsspark og hesa ferð varð tað umsett til mál. Tað endaði við 3-0 sigri til WBA og sigurin kundi verið størri.
Romelu Lukaku, sum WBA hevur leigað frá Chelsea, vísti góð taktir og kann blíva ein spennandi leikari at fylgja í ár.
Liverpool hevur boðað frá, at Charlie Adam og Joe Cole kunnu fara úr felagnum, meðan Jay Spearing helst verður leigaður til Bolton.
United í kvøld
Í kvøld byrjar kappingarárið fyri Manchester United, sum vitjar á Goodison Park í Liverpool. Mótstøðan er Everton, sum fleiri ferðir hevur givið Sir Alex Ferguson og hansara monnum skarpan gang á Goodison Park.
Mett verður, at Robin Van Persie verður á bonkinum í kvøld, men nýggjastu tíðindini siga eisini at Sir Alex Ferguson ætlar sær Kaka frá Real Madrid. Kaka hevur ikki sligið til í Real Madrid síðani skiftið frá AC Milan, men fjølmiðlarnir siga, at teir nógvu skaðarnir hjá brasilsku stjørnuni kunnu gera at Manchetser United ikki vilja gjalda tann prísin tað kostar at keypa ella leiga Kaka.