Manchester City aftur oddalið

Manchester City hevur við sigri á Aston Villa í dag lagt seg á fremst plássið í Premier League, eftir at Manchester United yvirnáttaði sum oddalið. Einsamalla málið í dystinum skoraði Manchester City miðverjin, Joleon Lescott, í seinna hálvleiki.

 

Einki er broytt í oddinum í Premier League hetta vikuskiftið. Manchester United, Tottenham og nú Manchester City hava øll vunnið sínar dystir um vikuskiftið.

 

Manchester City var í dag á vitjan á Villa Park hjá Aston Villa. Gestirnir vóru omaná allan dystin, men málið kom ikki fyrr enn miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá Joleon Lescott skumpaði bóltin inn um málstrikuna eftir hornaspark.

 

Ikki fyrr enn í seinastu minuttinum hótti Aston Villa og Joe Hart í Manchester City málinum stórbjargaði eftir horna.

 

Manchester City liggur fremst við 60 stigum, tvey fleiri enn Manchester United og sjey fleiri enn Tottenham.

 

Premier League:

 

Aston Villa – Manchester City 0-1

Wolves – WBA 1-5