Man skuldi trúð fólk ikki vistu tað bleiv stormur

Politiið hevur fingið sera nógvar fráboðanir um vindskaðar í gjár

Tað var eitt buldrasligt kvøld í gjárkvøldið við nógvum vindi. Sum vanligt er, vóru eisini nógvir vindskaðar av tí sama. Politiið fekk í øllum førum minst 66 fráboðanir, og hesar komu úr øllum landinum, tó vóru meira enn helvtin úr Tórshavnar kommunu.

Talan er í høvuðsheitum um smærri skaðar, sum mann næstan ikki sleppur undan, tá tað er stormur í Føroyum.

– Tekjur vóru um at loysna, og bæði neyst og hjallur var um at fara í luftina. Tað sama við onkrum rekkverki. Annars var tað serliga nógv byggitilfar og leysar plátur, sum feyk við vindinum. Summastaðni var eisini grót á vegnum, greiðir vaktleiðarin frá.

Men tað kundi verið nógv verri, fortelur vaktleiðarin og vísir á treylaran, sum koppaði á brúnni við Streymin. Treylarin kom koyrandi eftir brúnni, men beint áðrenn hann fór av eysturoyarmegin, var so mikið nógvur vindur, at hann koppaði á mótstattu koyribreyt. Tíbetur hendi einki við føraranum ella øðrum, og alt spældi sum so væl av. Ein kranabilur kom og hjálpti til við ruddingararbeiðnum, og brúgvin var stongd ímeðan.

Fráboðanirnar um vindskaðar byrjaðu longu klokkan 17:30, men aftaná 23:30 var stilt, tí tá var vindurin slakkaður av.

– Man skuldi trúð, at nøkur ikki høvdu fingið við, at tað skuldi vera so nógvur vindur í gjárkvøldið. Fólk duga annars eftir hondini væl at rudda upp um húsini. Men tað skal ikki nógv til, tí bara okkurt lítið ting, sum liggur og sløðist, kann gera nokk um seg, sigur vaktleiðarin.