Hann plagar at fáa góð skoðsmál, tá hann t.d. stjørnar ólavsøkukórinum ella gleðir landar sínar við vøkrum urgutónleiki á sera høgum stigi. Jú, tónleikagávurnar eru framúr, og tað eigur hann eisini at fáa fulla virðing fyri. Ja, tað er ikki sørt at vit eru fleiri, sum so máta eru errin av hesum landsmanni okkara.
Men fólk plaga ikki at gera viðmerkingar til "politisku" skriving Hera, og tað er óivað tí, at tey aftra seg við at sparka ein liggjandi.
Eingin forðar Hera at hava politiska áskoðan, tvørturímóti hava flestir føroyingar virðing fyri tí. Men tá Heri við sínum hatfulla penni niðurger politiska medvitið hjá føroyingum, tí tey loyva sær at taka undir við politikki Javnaðarfloksins og spottandi sigur um valið av Lisbeth, "at hvor der handles, der spildes", so er talan neyvan longur um sunt politiskt medvit, men kanska heldur um sjúkueyðkenni.
Ein sunn menniskja hevði neyvan ferð eftir ferð logið uppá politiskan mótstøðumann, at hann "konsekvent samanber sínar politisku mótstøðumenn við eitt nú Hitler, Pol Pot og øll hugsandi ræðuveldi" og so í sama andadrátti skrivað: "Teirra boðskapur var sanniliga "krystallklárur" og bendi í summum førum tonkunum á til Týskland í tríatiárunum."
Eg ynski inniliga, at evnaríki tónleikarin Heri Eysturlíð fær hjálp og stuðul, so hann aftur fær álit og virðing fyri landsmonnum sínum.
Vit hava brúk fyri tær góði Heri, men ikki fyri tínum hatursspræningum.









