Mamma og beiggi Jennifer Hudson skotin

Í farnu viku vórðu mamma og beiggi Jennifer Hudson funnin deyð í heimi teirra.

Amerikanska løgreglan er farin undir kanningararbeiðið av, hvat er farið fram í húsinum. Tey siga frá, at tað sær út til, at tey eru skotin undir einum innbroti.

 

7-ára gamli bróðursonurin hjá Hudson, Julian King, er horvin úr húsunum og ein leiting eftir honum er byrjað.

 

Agenturin hjá Hudson sigur við People Magazine:

- Eg kann ikki gera nakrar viðmerkingar beint nú og familjan vil gjarna vera fyri seg sjálvan í hesu ringu stund.

 

Løgreglan hevur avhoyrt fleiri, men higartil er eingin ákærdur fyri nakað.