Lat tað vera sagt í stundini, mamma mín er røsk, arbeiðssom, eitt konubrot og mamma mín er virkin. Altíð í ferð við okkurt.
Fýra børn í seks ár
Í 1991 fekk heiðurin at verða fyrstføddi og einasti drongurin hjá mammu. Árið fyri giftist hon við babba. Í 1995 var friðurin úti, tí tá kom tann fyrsta systurin í verðina. Óluva. Sum smádrongur ynskti eg mær so inniliga ein beiggja, so eg purraði upp undir, um tey ikki kundu royna einaferð afturat. Mamma og babba so gjørdu. Í 1997 náddi hon so aftur á soppin, tá við ovurstórum búki, tí tvíburar vóru ávegis. Tá hugsaði eg, at nú mátti fara at ganga. Men Guð hjálpi mær, komu tvær systrar afturat og enn tá báðar ísenn. Eg trúði ikki mínum egnu eygum og spurdi tískil mammu á Landssjúkrahúsinum, um læknarnir høvdu hugt orduliga eftir. – Men eftirtíðin hevur víst og prógvað at tríggjar systrar ikki eru so galnar kortini.
Í hesi baldrutu og fruktbæru tíð vóru eg og mamma við babba úti og sigldu á heimsins høvum. Tað var í 1994 tá ið Óluva allarhelst hevur verið undir framleiðslu. Í 2001 vóru vit eisini við Torm Kristinu úti og sigldu við babba. Tá var Óluva eisini við. Í 2006 var kvotan hjá mær uppbrúkt, tí tá vóru tað bert systrarnar og mamma við babba á heimshøvunum. Upplivingar uttanlands hava ikki vantað saman við mammu og pápa. Í 2000 vóru vit øll í Íslandi, í 2005 í Gran Kanaria og 2007 í Turkalandi.
Mamma er røsk og arbeiðssom
Tá ið mamma ikki arbeiðir á føroyska arbeiðsmarknaðinum, arbeiðir hon í køkinum, stovuni, fjósinum, kirkjuni, sunnudagsskúlanum ella aðrastaðni. Ja, so hevur hon eisini verið deknur í skjótt eina fjórðingsøld.
Tá ið mamma varð liðug í fólkaskúlanum, fór hon á tað, tey kalla “húspláss” niðri í eitt ár. Tá ið hon kom heim, dyrgdi Hans Olaf, tannlæknin í Klaksvík eftir henni, tí hon hevði verið so røsk har í starvsvenjing. Har bleiv fast, tí í 1986 varð hon sett í starv sum klinikkassistentur. Leggjast skal afturat, at tað vóru fleiri arbeiðsgevarar, ið vóru áhugaðir í røsku og arbeiðssomu Elsebeth av Viðareiði.
Men mamma er ikki bangin fyri tí nýggja og ei heldur fyri at royna nakað nýtt. Hon fýltist til tíðir á, at hon ikki fekk sær útbúgving sum ung. Í hesum føri var hon heldur ikki ráðaleys. Í 2007, eftir drúgva umhugsunartíð, avgjørdi hon at fara á Heilsuhjálparaskúla í Suðuroy. Í januar 2011 átti hon tvey góð prógv sum heilsuhjálpari og heilsurøktari. Síðani hevur hon arbeitt á Sambýlinum á Heygnum og nú á Vesturstovu í Fuglafirði. Uttan at taka munnin ov fullan, so veit eg at hon er sera væl dámd. Hvør er ikki glaður fyri eina arbeiðssama, fryntliga, ábyrgdarfulla og virkna konu mitt í fjørutunum? – Fyri okkara viðkomandi er tað ein fragd, at hava eina slíka mammu í húsinum.
Eingin er sum mamma
Nú kunnu tit kanska gruna yvir, at hasin Danial er ein ordans mammudrongur. Um so er, er tað tykkum at ráða fyri. Eg eigi minst líka góðan pápa – tann lýsingin kemur helst, tá ið hann rundar ár. Men tað er torført ikki at leggja til merkis, alt tað, sum mamma dag og dagliga ger.
Er okkurt tiltak í missiónshúsinum, er tað aloftast mamma, sum stendur við evstu ábyrgd til endans. Er okkurt serligt í kirkjuni, eitt nú tá ið vit fingu nýggjan prest, er tað aloftast mamma, sum leggur tann síðsta brikkin. Er okkurt merkisvert ella onkur broyting, sum skal gerast heima, er tað mamma, ið leggur upp til broytingina og tekur stigið. Ja! og hava vit, børnini, gloymt at smurt matpakkan – sum vit aloftast gera – er tað mamma (eisini babba) sum smyr hann.
Tað er nógv meira, eg kundi skrivað. Men skjótt verður silvurbrúdleyp. So okkurt má goymast.
Eingin sum mín mamma er,
arbeiðir við fullari ferð.
Hugagóð og eitt konubrot,
brosandi sum eitt blídligt lot.
Tillukku við degnum
Vinarliga
-----
sonurin