26 ára gamla Elly Lind Jóanesarson úr Runavík hevur livað við cøliaki so leingi sum hon minnist. Hon fekk staðfest sjúkuna longu sum 20 mánaðir gomul og tí hevur sjúkan fylgt henni alt lívið.
Hóast tað var lítla gentan, sum var sjúk, so var tað fyrstu árini í stóran mun mamman, Vivi, sum bar byrðina. Tað var jú hon, sum mátti leggja kostætlanina til rættis. Tað er jú einasta viðgerðin, sum finst fyri cøliaki – heilt at gevast at eta gluten. Trupulleikin er, at gluten er í nærum øllum matvørum, serliga teimum, sum innihalda mjøl av ymiskum slag.
- Mamma mátti so í gongd við at læra seg at geva mær glutenfrían kost. Úrvalið av glutenfríum vørum var avmarkað, so mamma bakaði sera nógv til mín, sigur Elly Lind Jóanesarson.
Vivi Lind, mamma Elly Lind Jóanesarson, stóð mest sum fullkomiliga á berum, tá dóttirin fekk staðfest sjúkuna. Kunnleikin um cøliaki var lítil og tað var sera avmarkað úrval av glutenfríum vørum í handlunum. Hon fekk tó sera góða hjálp frá Mariann Patursson, kostráðgeva á Landssjúkrahúsinum.
- Mamma mátti eisini alla tíðina vera fyrireikað upp á, at vit kundu fáa okkurt at eta í barnagarðinum ella skúlanum ella vera bjóðaði heim í føðingardag. Tá mátti hon ringja og spyrja, hvat vit fingu bjóðað, so at hon kundi geva mær okkurt líknandi at eta. Mamma var ófør at gera tað lekkurt fyri meg, so at eg altíð hevði okkurt líka gott, sum hini fingu, sigur hon.
Tað eru serliga máltíðirnar úti hjá øðrum og føðingardagar, sum eru avbjóðandi hjá teimum, ið hava cøliaki.
- Familjan hjá mær og vinkonurnar vistu um sjúkuna, so tá eg var hjá teimum, royndu tey altíð at gera okkurt, sum eg eisini kundi eta, til dømis tá vit vóru bjóðaði í føðingardag. Eg elskaði at fara í teir føðingardagarnar, tá eg visti, at eg kundi eta næstan alt, sum stóð á borðinum. Hinar føðingardagarnar, har eg visti, at eg mátti ansa mær, tímdi eg ikki so væl í, sigur Elly Lind Jóanesarson.
Í Vikuskiftissosialinum er stórt tema um cøliaki. Les alla samrøðuna við Elly Lind Jóanesarson umframt samrøðu við Sonju Tausen, forkvinnu í Cøliakifelagi Føroya, og Nicolinu Højgaard, heilsufrøðing.










