Ein føroysk mamma stóð í gjár ákærd fyri at hava burturflutt børn síni móti viljanum hjá pápanum.
Sambært donskum bløðum gjørdi mamman knappliga av, at stinga í sekkin og rýma heim til Føroya við báðum børnunum, sum tey bæði áttu saman.
Á rættarfundi fekk pápin tillutað foreldrarættin, men hetta vildi mamman ikki góðtaka. Og sambært pápanum var hetta heldur ikki nakað, sum sosialu myndugleikarnir í Føroyum vildu góðtaka.
Tískil tóku sosialu myndugleikarnir í Føroyum børnini undir sínar veingir, og noktaðu fyri, at útflýggja tey til danska pápan.
Mamman varð tí ákærd fyri at hava burturflutt børnini, og eftir avhoyring hevði hon játtað seg sekan í ákærunum. Málið skuldi tí fremjast sum ein játtanarsak, har bert mamman skuldi møta og greiða frá sínum gerðum.
Men tá rættarfundurin byrjaði, hevði mamman fingið tilnevnt ein sakførara, og hesin mælti mammuni til at nokta seg sekan.
Tískil var einki annað hjá dómaranum at gera, enn at slíta rættarfundin, og kalla inn til ein nýggjan, har vitnir skulu førast í málinum.
Nær málið kemur fyri av nýggjum, er ikki greitt í løtuni.