Fríggjakvøldið er jazzur á skránni.
Undirhaldandi og góði jazzbólkurin Ma’másita fer á pall.
Har verða bæði gomul, kend jazzløg, onkur nýggjari løg og okkurt heilt spildurnýtt.
Og sum limirnar í bólkinum taka til:
Ma'má-gjarna-sita og njóta ein kopp av kaffi ella annað, men tað ber eisini til at standa ella dansa!
Byrjað verður í Perluni í Tórsgøtu klokkan 21:30 í annaðkvøld.