Stóra steypafinalutiltakið hjá Fótbóltssambandi Føroya heldur fram í dag. Í bakandi sól á Tórsvølli í morgun var tað U14-finalan hjá dreingjum, sum var hin fyrsta.
U14-dreingirnir hjá HB kunnu nú kalla seg steypavinnarar 2013. Hetta kunnu teir eftir eina frálíka góða og spennandi finalu ímóti NSÍ, sum mátti avgerast við brotssparkskapping.
Hans F. Tummasarson legði HB á odda tíðliga í fyrra hálvleiki, men leiðslan helt sær ikki leingi. Fimm minuttir seinni javnaði Mórits Heini Mortensen nevniliga fyri NSÍ. 1-1 var eisini hálvleiksstøðan.
Leingi sá út til, at Sonni Mikkelsen skuldi gerast sigursharrin hjá NSÍ, men í evstu løtu tryggjaði Hans Jakku Anfinnson HB longdu leiktíðina, har heldur eingin vinnari kundi útnevnast.
Síðani varð neyðugt við brotssparkskapping. Har gjørdist HB-málverjin Teitur Holm stóra hetjan við at bjarga ikki færri enn trimum brotsspørkum. Einans Mórits Heini Mortensen fekk bóltin framvið honum, meðan málskjúttarnir hjá HB vóru Hans S. Tummasarson og Magnus Holm Jacobsen.
HB vann tískil brotssparkskappingina 2-1 og dystin samanlagt 4-3.
HB U14 – NSÍ U14 2-2 (1-1) – HB vann samanlagt 4-3 eftir brotssparkskapping
1-0: Hans F. Tummasarson, 9.
1-1: Mórits Heini Mortensen, 14.
1-2: Sonni Mikkelsen, 47.
2-2: Hans Jakku Anfinnson, 70.
Umvegis brotsspørk: Mórits Heini Mortensen (NSÍ) Hans S. Tummasarson og Magnus Holm Jacobsen (HB)