35 ára gamli Michael Mifsud, sum spælir við Valetta FC, sum B36 skal takast við í fyrsta undanumfarinum í Champions League kappingini er ein sonn legenda í maltesiskum fótbólti. Michael Mifsud hevur í 116 landsdystum fyri Malta skorað ikki færri enn 40 mál, sum er klárt søguligt met. Nummar tvey á søguliga listanum er Carmel Busutill við 23 málum.
Bert Gilbert Agius og David Carabott, sum báðir vóru við til at tapa 1-2 og 1-2 ímóti Føroyum í HM-undankappingardystum í 1997 hava spælt fleiri landsdystir enn Michael Mifsud. Men spælir Michael Mifsud sjey landsdystir aftrat, so verður hann maltesiskur metmaður við 123 landsdystum.
Michael Mifsud dugir eisini at skora ímóti føroyskum liðum. Tá føroyska landsliðið spældi sín higartil seinasta venjingardyst á heimavølli fyri skjótt 12 árum síðani skoraði Michael Mifsud til 2-2 á Svangaskarði á Toftum, men Føroyar vunnu dystin 3-2. Dysturin var spældur 18. august í 2004. 19. november í 2013 vann Malta á fyrsta sinni á Føroyum við einum 3-2 sigri á tjóðarleikvøllinum, Ta´Qali leikvøllinum í Valetta á Malta. Tá skoraði Michael Mifsud til 2-0.
Michael Mifsud er ein royndur yrkisspælari. Árini 2001 til 2004 spældi hann við FC Kaiserslautern. Hann skeyt bert tvey mál fyri besta liðið í 21 dystum. Fyri eykaliðið hjá FC Kaiserslautern gekk tó munandi betur. Michael Mifsud skeyt 21 mál fyri eykaliðið hjá FC Kaiserslautern í 50 dystum. Árini 2004 til 2007 var Michael Mifsud ein hollur spælari hjá norska tippuligaliðnum, Lillestrøm. Í 48 dystum fyri Lillestrøm skeyt Michael Mifsud 17 mál.
Árini 2007-2009 spældi Michael Mifsud í The Championship við FC Coventry, og tað var á einari leið hjá honum. Í 86 dystum fyri FC Coventry skeyt Michael Mifsud 16 mál. Í 2009 var Michael Mifsud útleigaður til Barnsley, og fekk hann tvey mál í 15 dystum fyri Barnsley. Eftir hetta hevur Michael Mifsud spælt í maltesisku liguni, burtursæð frá kappingarárinum 2013-2014, tá hann spældi við avstralska liðnum, Melbourne Heart. Michael Mifsud skeyt eitt mál fyri Melbourne Heart í 14 dystum fyri liðið.
Í 14 dystum higartil fyri Valetta FC hevur Michael Mifsud skotið fýra mál.
Valetta FC spældi tveir dystir ímóti walisiska Newtown í Europa League undankappingini í fjør. Báðir dystirnir endaðu við einum 1-2 tapi, og einum samlaðum 2-4 tapi.
Valetta FC hevur á trimum sinnum spælt seg víðari í evropeiskum kappingum. Í 2012 spældu teir seg víðari í Champions League undankappingini við einum samlaðum 5-1 sigri á Tri Fiori úr San Marino. Í 2013 spældu teir seg eisini víðari í Champions League undankappingini við einum samlaðum 9-0 sigri á Lusitanos úr Andorra. Í 2014 spældi Valetta FC seg víðari í Europa League undankappingini við einum samlaðum 4-0 sigri á Fiorita úr San Marino.
Yr.no hevur eina framsøgn, sum sigur, at tað verða 27-28 hitastig, tá B36 skal spæla ímóti Valetta FC í komandi viku, og tað kann fara at vísa seg at verða tann størsti fíggindin, tá samanum kemur.