Malmø-skjúttin illtonktur fyri tvey dráp aftrat

Maðurin, sum er skuldsettur fyri eitt dráp og eina røð av skothendingum í Malmø, er nú undir illgruna fyri at hava framt tvey dráp aftrat. Er illgrunin sannur, hevur maðurin myrt í longri tíð, eftirsum nýggju skuldsetingarnar stava frá 2003.

Hartil er tann 38 ára gamli maðurin ákærdur fyri fimm dráðsroyndir yvir eitt áramál á fýra ár. Tvey av málunum eru frá í ár.

Handtikni er áður ákærdur fyri eitt dráp og fimm drápsroyndir. Nú er illgruni um tvey dráp aftrat og fimm drápsroyndir aftrat. Hann verður tí í morgin stillaður fyri ein dómara fyri trý dráp og tíggju drápsroyndir.

Tað sigur ákærin, Solveig Wollstad, við svenskar miðlar. Nýggju ákærurnar snúgva seg um drápini á tveir menn í 23003 og fimm drápsroyndir í Malmø millum 2006 og 2010, sigur ákærin.

Hon sigur við Expressen.se, at drápini eru framd móti tveimum monnum í malmøbýarpartinum Lindängen afturi í 2003.

Ein 66 ára gamal maður varð funnin skotin í íbúð síni 14. juni í 2003, men løgreglan heldur, at drápið er framt dagin fyri.

Hitt offrið var ein 23 ára gamal maður, sum varð skotin til deyðis uttan fyri íbúð sína 28. juli á veg til abeiðis. Einki sambandi tykist hava verið millum báðar menninar, men báðir vóru útlendingar, skrivar Politiken.