- Fyri meg er Gud undranarverdur. Tað er hetta, ið eg fegin vil vísa á, gjøgnum sangirnar á nýggju útgávuni, sigur Malin Zachariassen.
Fríggjadagin 2. august, kemur triðja tónleikaútgávan hjá Malin út. Útgávan ber heiti Undranarverdur. Her lýsir hon við egnum orðum og løgum júst undran sína á alt tað góða, ið Gud gevur okkum menniskjum. Á útgávuni eru 14 sangir, sum eru framleiddir í Føroyum, Danmark og í Svøríki. Nógvir góðir tónleikarar og sangarar eru við á útgávuni, millum annað føroyski maður hennara, Jan Zachariassen, sum spælir bass og gittar á øllum sangunum.
Tekstirnir á útgávuni eru upprunaliga skrivaðir á svenskum, men eru síðani væl týddir til føroyskt av Onnu D. Háberg. Í samband við útgávuna, verður konsert í Østrøm fríggjakvøldið 2. august klokkan 20.00, har møguleiki verður at ogna sær fløguna. Nevnast kann eisini, at Malin syngur til gudstænastuna í Viðareiðis kirkju, sunnudagin 4. august klokkan 11.00.
Hetta er triðja útgávan hjá Malin. Tann fyrsta útgávan, Drekk av vatninum, kom út fyri 20 árum síðani, og tann næsta, Eg vil fylgja, í 2003. Sangirnir í undanfarnu útgávunum eru væl kendir, og nógv sungnir á møtum her á landi.
Á hesi útgávuni leggur Malin dent á at umrøða Gud sum náðifullan:
- Hann er skaparin av øllum tí, sum finst. Hann er tann, sum gevur døgum mínum lív. Gud er eisini andadráttur mín, og tann, sum ongantíð svíkur. Alt hetta havi eg sjálv roynt, og tí vil eg fegin syngja um hetta, so onnur kunnu síggja og uppliva tað sama, greiðir Malin frá.
Og hon leggur afturtat:
- Tað øvuta av at vera undranarverdur, er at vera vanligur. Soleiðis er sambandið við Gud í mongum førum ígjøgnum lívið. Tað er varandi og kennist trygt, og samstundis undranarvert, av tí at Gud ikki heilt kann forklárast og er ikki púra vanligur.
- Framhaldandi finst ein longsul eftir meining, harmoni og at fáa svar uppá spurningar.
- Malin er sannførd um, at øll menniskju hava ein longsul eftir at “koma heim”.
Hetta finnur hon av royndum í trúnni, har hon eigur eina æviga vón í Jesusi.
Tað er mítt lívsgrundarlag. Men at fáa svar uppá spurningarnar tekur ofta langa tíð. Sambandið krevur arbeiði. Tað tekur eitt heilt lív. Fyri meg er tað tað vert. Eg eri so takksom fyri tað gávumildni, sum eg møti hjá Gudi. Ein kærleiki, sum lurtar, fevnir, lýsir upp og sum ikki dømir órættvíst. Mær leingist eftir at eisini liva soleiðis, sigur Malin.
Og hon leggur at enda afturat:
- Hetta er orsøkin til at eg haldi á at syngja og seta mína vón á tann, sum hevur mátt at leiða og mátt at grøða; Hann, sum er kærleikin og størstur av øllum. At koma nær Honum, - tað er ein undranarverdur framíhjárættur.











