Málið um golfvøllin verður avgreitt

Tað skal ikki vera ivi um, at vit miða ímóti at fáa spurningin um ognartøkuna avgreiddan innan tíðarfreistina.

Tað skal ikki vera ivi um, at vit miða ímóti at fáa spurningin um ognartøkuna avgreiddan innan tíðarfreistina.

 

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í búnaðarmálum.

 

Hann sigur, at Búnaðarstovan er í samskifti við festararnar um endurgjaldskravið, og so mugu land og kommuna taka spurningin upp, hvussu býtið verður teirra millum.

 

- Vit skulu so royna at presisera lóggávuna, so hon kann brúkast meira effektivt í spurninginum endurgjaldið, sigur Jacob Vestergaard.

 

Hann ætlar og roknar avgjørt við, at málið verður avgreitt innan árið er farið, í hvussu er í tann mun, at endalig støða er tikin.

 

- Um tað so verður byrjað ein mánaða fyrr ella seinni kann vera líkamikið, men endaliga avgerðin verður tikin undan tí, sigur Jacob Vestergaard.