Hjá tær eg fann
tað vakra og bjarta,
borið til vælveru
av milda, góða hjarta.
Sum tað ódálkaða
íð setur sær mál,
sólarringin allan
at frøa sinn og sál.
Ì myndini av tí fjálga
øllum at verða kær,
á nátt á degi
í brosi rein og skær.
So fann eg teg
vakra til síðsta stig
gávumilda góða
blíða í ongum smálig.
Veri her minnið tær
leingi at standa til æru,
til ljós og ugga
hjá tínum syrgjandi kæru.
Hvíl í friði vakri vinur
-----
Kartin Curling