KÍ kvinnurnar staðfestu heimsmetið eftir at hava spælt dystin ímóti B36 í dag, og eru nú meistarir 15. árið á rað.
- Eg spæli so leingi eg havi nakað at geva, sigur Malena Josephsen, sum hevur verið við til at vunnið øll 15 metini hjá KÍ kvinnunum.
Malena Josephsen hevur spælt við KÍ síðani 1994, og hon hevur verið við hvørt ár síðani tá. Hóast KÍ nú hevur sett met, ætlar hon ikki at gevast við at spæla fóltbólt.
- Eg spæli fótbolt tí eg tími at spæla og ætli at spæla so longi eg kann geva nakað frá mær, sigur Malena Josephsen.