Máldur at koyra 147 á Kaldbaksvegnum

- Viðkomandi missir koyrikortið treytaleyst og noyðist at taka koyrikortið av nýggjum, sigur løgreglan.

 

Í nátt hevur løgreglan tikið ein bilførara, sum varð máldur at koyra 147 kilometrar um tíman eftir Kaldbaksvegnum.

 

- Hetta gevur eina treytaleysa frádøming av koyrikortinum, og viðkomandi noyðist at taka koyrikortið av nýggjum.

 

Tað visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun.

 

Júst, hvat tað merkir, at viðkomandi missir koyrikortið á staðnum, er sambært vaktleiðaranum eitt sindur meira tekniskt.

 

- Tað kann vera, at viðkomandi sleppur at seta bilin á nærmasta parkeringspláss - ella, at onkur annar koyrir bilin av staðnum.

 

Vaktleiðarin visti at siga, at eitt slíkt mál, tá tú verður máldur við lasaranum at koyra við slíkari ferð, í stóran mun er eitt avgreiðslumál.

 

Antin koyrikortið fysiskt verður tikið á staðnum ella ei, kann sambært løgregluni eisini vera ein spurningur um, hvørt viðkomandi viðgongur brotið.

 

- Men, tað stutta av tí langa er, at viðkomandi, sum er máldur at koyra við slíkari ferð, missir koyrikortið treytaleyst, sigur løgreglan.

 

Í øðrum ferðslukanningum hjá løgregluni í gjár vórðu tveir bilførarar tiknir, sum ikki høvdu koyrikort.

 

- Tann eini bilførarin varð meldaður, tí viðkomandi koyrdi so óstøðugt á vegnum, og her vísti tað seg, at bilførarin hevði einki koyrikort.

 

Sama var við einum øðrum bilførara, sum løgreglan steðgaði í sínum kanningum. 

 

- Tað vísti seg, sigur løgreglan, at báðir bilførararnir høvdu mist síni koyrikort, men høvdu ikki tikið koyrikortið aftur.

 

Soleiðis gjørdist gjárdagurin og náttin dýr hjá hesum trimum bilførarunum, sum allir noyðast av við nakrar túsund krónur í bót.