Maldini hevur í løtuni spælt 99 dystir í Champions League kappingini, og kemur hann á vøllin mikudagin, so verður hann tann fyrsti italiumaðurin, sum røkkur 100 dystum í Champions League. Higartil eru bert fýra leikarar, sum hava leikt 100 dystir ella fleiri í hesi kapping. Teir eru Raul (106), Roberto Carlos (105), David Beckham (102) og Oliver Kahn (100).