Italski verjuspælarin Paolo Maldini hevur alla sína tíð sum fótbóltsspælari spælt fyri AC Milan, og hann sigur seg ongantíð hava umhugsað at skift felag.
- Eg havi verið heppin at sleppa at spæla í mínum heimbýi, her pápi mín eisini varð heiðraður sum europameistari. Eg havi ongantíð kent trongd til at skifta felag, men skuldi eg spælt í einum øðrum landi, so hevði tað verið í Spania, sigur Maldini, sum gevst sum fótbóltsspælari í summar.