Malaysia Airlines kunngjørt ferðafólkalistan

Malaysia Airlines almannakunngjørdi í dag nøvnini á teimum, sum vóru í tí niðurskotna flogfarinum.

Sambært flogfelagnum vóru 298 fólk í flogfarinum, tá tað bleiv skotið niður á veg úr Amsterdam til Kuala Lumpur í Malaysia. Á listanum eru nøvnini á 192 niðurlendskum ferðafólkum, 44 úr Malaysia íroknað manningina, 27 úr Avstralia, 12 úr Indonesia, 10 úr Bretlandi, fýra úr Belgia, fýra úr Týsklandi, trý úr Filipsoyggjunum, eitt úr Kanada og eitt úr Ný Sælandi.

 

Niðurlendsk løgreglufólk hava í dag vitjað 40 avvarandi hjá fólki, sum vóru í flogfarinum, fyri at taka DNA-royndir, sum skulu brúkast í arbeiðinum at eyðmerkja tey deyðu. Ein talsmaður fyri løgregluna sigur, at løgreglan fer at vitja skyldfólk hjá øllum teimum 192 niðurlendingunum, sum doyðu í vanlukkuni. 

 

Átta niðurlendskir rættarlæknar komu til Ukraina í gjár, har teir skulu samskipa leitingararbeiðið saman við ukrainsku myndugleikunum, Europol og Interpol.