Vandi er fyri, at vit flyta okkum frá málinum um livandi og sjálvberandi búskap inn í stagnatiónina og afturgongdina.
Vinnuhúsið spyr, um vit skulu halda fram at mala í ring. Ikki óviðkomandi nú fíggjarlógin er í durinum.
Eitt samfelt Løgting samtykti í vár nýtslukarmarnar fyri árini fram til 2015. Breið semja var um, at undirskotið skal vera burtur um 5 ár. Men so røkkur semjan neyvan longur.
Serstakliga eru áhaldandi mótmælini farnu mánaðirnar móti skerjingum í almenna húsarhaldinum er greitt signal um, at lítil politiskur vilji er til at taka truplar avgerðir, so búskapurin sleppur at tillaga seg veruleikan.
Tvørturímóti tykist hugurin at vera størri at hækka skattir og avgjøld, so almenna politiska umfordeilingin, sum ikki er kjølfest í virðisskapandi vinnuni, kann halda fram.
Fyri at burturforklára almennu nýtsluna og harvið hóttafallið í øktum rentuútreiðslum og avlagandi kostnaðarstøði, so er nýggja hugtakið reformar vorðið svarið. Nýtt politiskt slogan uttan innihald, produserað til burturforkláringar - at tøla við.
Hetta nýggja gandaorðið er komið ístaðin fyri raðfesting, sum annars var svarið upp á allar avbjóðingar frá bleytu virðunum til fullveldi.
Tí kann av røttum verða sett spurnartekin við evnini hjá Løgtinginum at samtykkja fíggjarlóg, sum verður stigið á leiðini móti javnvág í 2015.
Sologongd
Ikki minst sologongdin í tinginum laðar undir fatnina av, at partar av samgonguni longu hava slept endanum og við markeringum fyrireika seg til samgonguslit heldur enn at taka avgerðir, sum neyðugar eru. Løgmaður, sum skuldi verið oddvitin, minnir mest um flugu í fløsku, ið stjórnar flokki, sum er farin um tvøran, har loyaliteturin hjá partamonnum móti formanni og samgonguleiðara er syndaligur.
Samstundis sum eldra samgonguættarliðið uppførir seg sum ”panik før lukketid”, støkka novisurnar undan ábyrgd og uttan íhald spæla fríspæl og atkvøða saman við andstøðuni vitandi um, at stuntið undirgrevur samgongu og politiska stabilitetin.
Skinkl
Harumframt lefrar minsti samgonguflokkurin púra opinskárað og illloyalt til andstøðuna eftir CHE-samstarvinum, hóast veljarar floksins hava dumpað CHE og sambært Gallup eru somu veljarar teir mest trúðføstu móti ABC. Tað var væntandi, at við áhaldandi vánaligum veljarakanningum fór Javnaðarflokkurin at skinkla í límingini og heldur ynskja sær eina tilveru í andstøðu og uttan ábyrgd. Tað er ein erlig søk.
Bara spell um flokkurin, nú mest er brúk fyri stabiliteti, ikki megnar at standa við ábyrgd sum krevst, nú landið er á eggini til hóttafall.
Tí eru vit á álvarsligum vegamóti. Takið er at tálma lánifíggjaða peningaumfarið. Men tað er her, at politiski skógvurin trýstir. 20% av almenna peningaumfarinum er kjølfest í árligari lántøku, svarandi til støddina á donsku ríkisveitingini. Øllum er greitt, at henda gongdin er vónleys, men samstundis tykist eingin veruligur vilji at gera nakað við trupulleikarnar.
Hvør torir?
At hyggja út um samgongugarðarnar gevur einki svar. Forsamling, sum livir í politiskari pseudotilveru og signalpolitikki uttan substans, kann ikki takast á álvara. Hesi hava eisini meldað seg í reformkórið, men hvørjir eru so reformarnir? Tí hvør torir at reformera sjúkrahúsøkið, niðurleggja skúlar, skerja lestrarstudningar, tálma almannaøkið, fremja lønarafturhald, leggja stovnar saman o.s.fr.?
Nei, tá er ólíka lættari at vilja økja inntøkurnar hjá landskassanum, at tosa um at breiðka skattagrundarlagið, hækka avgjøld, fremja ognarskatt, leggja fleiri gjøld á vinnuna, ja – bara fantasiurin setir mørkini. Veitingarpolitikkur, har yvirbjóðingin er boðskapurin og signalpolitikkurin er meginreglan.
Búskapurin sleppur ikki at tillaga seg, fíggjarligt dirvi og skilvísi verður skúgvað til viks. Úrslitið verður, at vit flyta okkum frá málinum um livandi og sjálvberandi búskap inn í stagnatiónina og afturgongdina.
Neyðugt at prioritera
Serfrøðin sigur, at helvtin av landskassahallinum er av bygnaðarskeivleikum. Tí er nóg mikið at riva í.
Um- og samanleggingar á skúla-, heilsu-, og almannaøkinum eiga at vera viðgjørdar í stórsta álvara. Almennar veitingar og stuðul eiga í nógv størri mun at vera treytaðar av fíggjarstøðuni hjá móttakaranum. Útbúgvingarstuðul til hægri útbúgvingar skal vera lán, til móttakarin hevur brúkt sína útbúgving í Føroyum eitt áramál.
Tað er harumframt alneyðugt at prioritera hvørjar tænastur burturav skulu vera goldnar av tí almenna og hvørjar kunnu áleggjast brúkaragjald. Gratissamfelagið undirgrevur búskapin, har farið verður eftir hvørjari krónu hjá borgarunum, fyri at politiski fordeilingspolitikkurin kann halda fram.
Almenna nýtslan má koma í legu, har javnvág verður millum framleiðslu og forbrúkið. Tí eigur landsstýrið eisini at umhugsa generell brúkaragjøld, bæði fyri at spara, men eisini fyri betur at kunna stýra eftirspurninginum eftir almennum tænastum.
Eisini eigur landsstýrið at taka avgerð um at spara í miðfyrisitingini. Politisk telving eigur ikki at avgera talið av aðalráðum. Landsstýrið kann virka fullvæl við 6 stjórnarráðum. Burturúr spyrst ein kompakt, smidligari og bíligari miðfyrisiting.
Eisini skal landsstýrið orða nýggja visión fyri høvuðsvinnuna. Fiskivinnulóggávan skal dagførast og dentur eigur at vera lagdur á at fáa allan stuðul burtur úr vinnuni.
Í spurninginum um tilfeingisgjald skal vinnan ikki at rinda politiskt ásett gjald eftir serlóg, men harafturímóti eigur samlað skipan at vera gjørd fyri allar tilfeingisvinnur, sum er átøk henni í oljulóggávuni, eins og sjómansfrádrátturin eigur at vera skipaður soleiðis, at hann er kappingarførur við grannatjóðirnar.
Vend má koma í
Veruligir reformar skulu til, sum geva neyðugu rationaliseringina av almenna rakstrinum og fíggjarorkan raðfestast til tey økir, har tørvur er. Átøk eru neyðug, sum krevja umleggingar og politiskar semjur fyri at finna loysnir, sum hóska til okkara lítla land og fíggjarorku.
Við útmeldingunum higartil, sum hava verið frá politisku skipanini og út frá tí, sum var lagt fram í sambandi við viðgerð av fíggjarkarminum fyri 2011, hava skattgjaldarar og serstakliga vinnan tíverri ikki annað í væntu enn somu tilgongd, sum vit hava sæð farnu tíðina - rokningar fyri nýtslu, sum ikki er í samsvari við framleiðsluna í landinum. Her má vend koma í.










